Uppskrift: Lekkur gularótakøka við rómaostglasuri og karamelliseraðum valnøtum

Gularøtur eru sunnar fyri líkamikið, køka er eisini gott fyri sinnið. Hendan samanseting gevur tær nógva orku og gleði

Uppskrift: Lekkur gularótakøka við rómaostglasuri og karamelliseraðum valnøtum
2020-07-09 21:20 Author image
Karis í Liða Hansen 2020-07-09 21:20

Gularøtur eru sunnar fyri likamið, køka er eisini gott fyri sinnið. Hendan samanseting gevur tær nógva orku og gleði! Her fær tú uppskriftina uppá gularótakøku við rómaostglasuri og karamelliseraðum valnøtum

Fyrireikingartíð: 30 min.

Tilgertíð: 40 min.

Tíð í alt: 1 t og 10 min.

Til 12 persónar.

 

Tilfar:

300 gram rørsukur

200 gram bleytt smør

4 egg

275 gram hveitimjøl

2 tsk. kanel

1 stk. bakipulvur

½ tsk. natron 

1 nip salt

350 gram gularøtur

1 springformur, umleið 24 cm í tvørmál.

 

Rómaostaglasur:

200 gram rómaost

120 gram bleytt smør

180 gram flormelis

2 stk. vaniljusukur

 

Valnøtir:

50 gram valnøtir

3 spk. ahornsiroppur

 

Mannagongd:

Tað fyrsta tú gert er at tendra ovnin á 175°. Síðani píska rørsukur og smør saman við einum elpískara. Píska egg í, eitt í senn, til tilfarið er luftigt. Píska mjøl, kanel, bakipulvur, natron og salt í. Flisa og rív gularøturnar, og rør tær síðani í deiggið. Klæða botnin av springforminum við bakipappír. Koyr deiggið í formin og baka køkuna í umleið 40 min. Kanna við einum knívspídsi, at køkan er bakað ígjøgnum. Lat gularøtakøkuna køla heilt av.

Næsta tú gert er tær karamelliseraðu valnøtirnar. Rista valnøturnar á eini pannu, til tær byrja at anga. Stoyt ahornsiropp yvir valnøtirnar. Køla nøturnar av á einum stykki bakipappíri.

Seinasta tú gert er rómaostaglasurið. Píska alt tilfarið saman, til glasurið er lætt og kremut. Fordeil tað yvir tí avkølaðu køkuna og prýða við teimum karamelliseraðu valnøtunum.

Vælgagnist:) 

[object Object][object Object]

-----

Karis í Liða Hansen, eri 29 ár. Eri gift við Osvald P. Hansen og vit búgva í Tórshavn. Eg eri útbúgvin tannrøktari.

Seinastu 2 árini so havi eg ikki kunna arbeitt, tí havi verið sera sjúk av epilepsi. Mær dámar væl at blogga um mat og lívstíl.

[object Object]