2020-01-21 20:01 Author image
Hús og Heim 2020-01-21 20:01

(Goldið er fyri umrøðu av hesari vøru)

Tað, sum eg fari at royna í kvøld, við hjálp frá mínum vinkonum úr bindiklubbanum, er, ymiskt sløg av Kusmi Tea. Vit fara at kanna, um tey eru so væl smakkandi, sum sigst. Kusmi Tea fæst tilkeyps í Miklagarði.

[object Object]

Persónliga ELSKI eg Kusmi Tea, sum eg haldi smakkar avbera væl. Eg haldi eisini, tað er so lekkurt at tað fæst í so nógvum ymiskum smakkum. Her er ikki bert ein smakkur, sum vit t.d. kenna frá Ty.Phoo Tea ella Earl Grey, men tey fáast, sum sagt, í fleiri ymiskum útgávum. Tá eg fái gestir, haldi eg tað vera nógv stuttligari, at eg kann bjóða teimum fleiri ymsikar valmøguleikar av Tea tí ein hevur fleiri og størri úrval við Kusmi Tea.

[object Object]

Heystið og veturin er eisini tíðin, har eg drekki nógv meira Tea’munnar enn eg t.d. geri um summarið. Tá tað er kalt og regnar illa, so er tað lekkurt at eiga Kusmi Tea inni. So ber altíð til, at gera sær ein Tea’munn í kuldanum.

[object Object]

Kusmi Tea var stovnað í 1867 av P.M Kousmichoff í Sct. Pætursborg í Russlandi, men hevur síðani 1917 havt sítt høvuðssæti í Paris. Kusmi Tea hevur frá byrjan av lagt seg eftir at gera serstakt fyrstafloks Tea. Kusmi Tea finst eisini kring allan heim, og er sera kend fyri sín lekkra og milda smakk. Í Føroyum fæst, sum sagt, Kusmi Tea við stórum úrvali í Miklagarði.

[object Object]

Tað góða við Kusmi Tea er, at tað kemur í so nógvum ymiskum sniðum og smakkum (sí myndir). Um ein ynskir sær eina stóra krukku av Tea, so keypir man hana. Um ein ynskir sær nógvar smáar krukkur við ymsum smakkum, so fæst tað eisini til keyps. Um ein t.d. er lesandi og ikki hevur so nógvan pening, so skal hetta ikki forða einum í at fáa sær ein lekkran Tea mun. Um so er, kann ein bara keypa teir lítlu pakkarnar við Tea brøvunum í. So her eru nógvir ymiskir variantar og møguleikar, alt eftir hvat man ynskir.

[object Object]

Eitt annað sera gott við Kusmi Tea er, tað kemur í sera prýðiligum krukkum, sum kunnu standa frammi í køkinum. Hetta prýðir køkin sera nógv við teimum ymisku vøkru litunum, sum eru á krukkunum. Tá ið alt Tea’ið er brúkt og krukkan er tóm, kunnu krukkurnar eisini brúkast til annað enn bert at hava Tea í. Eg havi t.d, brúkt mínar gomlu krukkur av Kusmi Tea til urtapottafjalarar. Eg haldi, at tað er stuttligt og vakurt, at eg kann endurnýta hesar krukkur uppá ein kreativan máta. Nú eru Kusmi Tea krukkurnar hjá mær ikki í køkinunum longur, men í stovuni við plantum í. (planturnar eru frá Fípuni í SMS).

[object Object]

[object Object]

Men hvat siga vinkonurnar úr bindiklubbanum um Kumsi Tea? Man tað bara vera eg, sum elski tað, ella fara tær eisini at dáma tað, líka so væl sum eg geri?

[object Object]

Aftaná at vit allar nú hava roynt hesi Kusmi Tea’ini heima hjá mær, eru vit allar samdar í, og kunnu heilt víst siga, at vit halda, at tey eru líka so væl smakkandi, sum tað sigst. Tá ið Tea’ið nú hevur verið á marknaðinum í yvir 100 ár, so er hetta eisini eitt prógv um, at vøran er góð og at kundarnir ynskja hesa vøruna, og gjarna vilja keypa hana.

[object Object]

Vinkonurnar hildu, at Kusmi Tea’ini vóru betur enn tey ”vanligu” Tea’ini, tær vóru vanar at drekka. Tær hildu eisini, at tað er stuttligt, at Kusmi Tea kemur í hesum vøkru dósunum, sum kunnu standa frammi í køkinum og endurnýtast aftaná til t.d. urtapottafjalara v.m. Tað er millum annað eisini hetta, sum eyðkennir Kusmi Tea, at tey gera so nógv burturúr emballaguni/íløtunum.

[object Object]

[object Object]

Vit hava eina kapping inni á okkara Facebook síðu, har til ber at verða við til at vinna Kusmi Tea!