Rudda upp við Marie Kondo

Hóast møtimikið fyri tey flestu, er meiningin við hesum ruddingarháttinum, at finna útav, hvat gevur tær gleði nú, og ikki hvat gav tær gleði fyrr, ella hvat kanska fer at geva tær gleði um eini 5 ár

Rudda upp við Marie Kondo
2020-01-20 20:05 Author image
Birita Sjúrðaberg 2020-01-20 20:05

Marie Kondo er ein japanskur serfrøðingur innan rudding. Hon hevur skrivað fleiri bøkur og er vorðin heimskend. Eisini hevur hon sína egnu Netflix-sjónvarpsrøð, ið kallast ’’Tidying up with Marie Kondo’’. Hennara meginregla er, at hvørt ting í tínum heimi, skal gleða teg. 

Avgerðin at rudda upp

Tey flestu hava helst hoyrt um fyribrigdið hjá Marie Kondo. Marie Kondo elskar veruliga at rudda og at sortera. Tað kann tykjast møtimikið fyri tey flestu, at fara í holt við at rudda út. Tað kann eisini vera torført, at sleppa sær av við lutir, ið man hevur havt stóra gleði av. Men meiningin við hesum ruddingarháttinum er, at finna útav, hvat gevur tær gleði nú, og ikki hvat gav tær gleði fyrr, ella hvat kanska fer at geva tær gleði um eini 5 ár. Næstan øll kunnu ásanna, at tá ið ein hevur ruddað út, er tað ikki nakað, ið ein angrar - tvørturímóti. Onkursvegna tykist tað róligari fyri flest okkara, tá umhvørvið, vit eru í er hampiligt. Tað kennist sum ein serstøk kensla av nøgdsemi.

Marie Kondo lovar harafturat, at tað er møguligt, at rudda gjølla upp einaferð, og at halda áfram við at hava skil í framyvir. Tann eina orsøkin til, at tað er torført at hava skil í tingunum er, at fólk hava alt ov nógvir lutir. Tann seinna orsøkin er, at lutirnir ikki hava nakað ávíst pláss. Ráðini eru tí, at ein skal byrja við at rudda út, og síðani finna pláss til lutirnar.

[object Object]

Soleiðis fert tú í gongd við at rudda út

Mannagongdin hjá Marie Kondo verður nevnd KonMari. Tað gongur út uppá, at tú skalt ígjøgnum fimm bólkar í sambandi við ruddingararbeiðið.

Hesin ruddingarhátturin snýr seg ikki bert um at rudda. Tað snýr seg eisini um, at fara væl um síni ting, og at fara við teimum við virðing og at góðtaka, at summi ting hava sína tíð.

 

KonMari mannagongdin: Teir fimm bólkarnir

Soleiðis gert tú:

  1. Klæði:
    Byrja við at leggja øll tíni klæði í ein stóran bunka. Tak eitt plagg í senn og føl eftir. Varðveit bert tað, sum ger teg glaðan, og sig takk við tað, sum tú ikki ynskir at varðveita. Tað, ið tú ikki vilt  varðveita, kanst tú velja at geva onkrum ið hevur tørv á tí, ella lata tað inn til endurnýtslu, so onnur kunnu fáa gleði av tí.

  2. Bøkur:
    Savna allar bøkurnar í stakkar. Slá á hvønn stakka fyri at vakja bøkurnar. Spyr so teg sjálvan: Hvørjar bøkur gera meg glaðan? Minst til at takka bókunum, ið tú ikki ætlar at varðveita.

  3. Pappír:
    Savna rokningar, tekningar og pappír annars. Koyr tað burtur, ið ikki verður brúkt, og sortera tað sum skal varðveitast, og goym í mappum.     

  4. Køks- og smáting:
    Fyri mong er køkurin tann stóri syndarin. Har fáa koppar og onnur køksamboð loyvi at hópa seg upp. Tak eitt ting í senn, og set tær aftur spurningin: Hvat havi eg í veruleikanum brúk fyri? Smáting er restin av tingum sum t.d leidningar, fløgur, filmar, leikur o.s.fr. Ger á sama hátt sum áður: savna alt saman, og varðveit tað, ið tú heldur, er vert at goyma.

  5. Lutir við kensluvirði:
    Málningar, myndir, brøv, arvagóðs og lutir sum tú hevur minnir um. Hetta er seinasti og torførasti bólkurin. Men nú hevur tú lært teg at merkja eftir, og føla gleðina sum skal til, fyri at vita, hvat tú heilt víst ynskir at varðveita.

[object Object]

Fyrimunir við KonMari-framferðarháttinum

Tá tú hevur verið gjøgnum allar fimm bólkarnar, hevur tú eitt heim, ið bert inniheldur lutir, ið skapa gleði. Ein av teimum týdningarmestu meginreglunum við Konmari mannagongdini er, at alt sum er í tínum heimi, skal hava eitt pláss. Orsøkin til tað, er sjálvsagt, at tá ið lutirnir skulu brúkast, eru teir at finna á sínum fasta plássi. Kanningar vísa, at menniskju í miðal brúka 4 ár av sínum lívi, uppá at leita eftur tingum.

Okkara tilvera sum menniskja, verður ofta fylt upp við arbeiði, lutum og klæðum. At hava skil í tingunum í tínum heimi, kann verða við at minka um strongd, og vaksa um títt yvirskot og geva tær gleði.

Umhvørvisvinarligt

Hesin livihátturin er samstundis umhvørvisvinarligur, og tí eisini sera tíðarsvarandi. Fólk gerast meira tilvitað um, hvat tey í veruleikanum eiga av ymiskum, sum ikki er neyðugt. Síðani er vert at hugsa um, hvørjum vit í veruleikanum hava tørv á. Mong av okkum vilja alt ov ofta keypa okkurt nýtt, fyri at føla okkum eydnusom, men eisini fyri at fylgja rákinum. Men Marie Kondo ynskir, at vit hugsa okkum um, og steðga við ovurnýtslu.   

Tá tú hevur ruddað væl og nágreiniliga upp í tínum heimi, hevur tú vant teg at merkja, nær lutirnir gleða teg. Tað skuldi eisini gjarna avspeglast í tingunum, ið tú keypir í framtíðini og tí, ið tú ætlar at hava í tínum heimi. Veruleikin er, at verðin klárar ikki, at vit halda áfram at framleiða á sama hátt sum nú. Tí er tað betur at keypa ein lut, sum møguliga er dýrari, heldur enn at keypa fleiri bíligir lutir, tí um tú keypir eitt ting, sum tú veruliga ynskir tær, so kemur tú at hava tað í alsamt longri tíð.

[object Object]

Sosialir miðlar

Marie Kondo er eisini nógv at síggja á sosialu miðlunum. Á Instagram hevur hon 3,4 mió fylgjarar, og hennara hashtag eru eisini ofta at síggja. Hashtag so sum #konmari og #mariekondo eru nokk tey mest sjónligu.

Um fólk føla seg einsamøll í tilgongdini at rudda upp, er møguligt at leggja mynd út á Instagram við teirra framstigum. Summi brúka hashtaggið #mykonmari fyri at vísa framgongdina, og at hjálpa og eggja øðrum, ið fara ígjøgnum somu tilgongd.

 

[object Object]

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist í goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.