2020-07-22 20:10 Author image
Karis í Liða Hansen 2020-07-22 20:10

Nú eru vit í summarferiu, og sjálvt um vit hava korona-tíð, so byrjar ein nýggj tíð í august mánað aftaná summarferiuna. Tað er nevniliga ein nýggjur árgangur, ið byrjar í forskúla og í fyrsta flokki. Fyrsti skúladagur er ein STÓRUR dagur fyri títt barn, men sanniliga eisini fyri teg. Tí er tað skilagott, at bæði tú og títt barn gera seg kláran til hesa stóru løtuna,  so tit bæði fáa eina trygga og jaliga uppliving av fyrsta skúladegi.

Tað eru nøkur ting, sum ein eigur at hava klárt til fyrsta skúladag. Tað er tí, at vit leggja hendan bloggin út nú, so tit hava summarið at fyrireika tykkum í.  

Tá eg var lítil var Barbie og Pingu nakað av tí, ið var sera nógv umhildið. Alt sum eg keypti og brúkti var við Barbie og Pingu myndum á vm.

Í dag er tað heilt víst "Frosen", sum er á fyrsta plássi hjá øllum teimum børnunum, sum eg kenni. Mamma mín og eg vóru samanvið Nomi, dóttir tvíburasystir míni, beint eftir jól í Havnar Bio og hugdu eftir “Frosen 2” til ein fullan sal av børnum og foreldrum. Nomi er 3 ár og hon ELSKAR “Frosen” meira enn alt. Alt skal vera “Frosen” hjá henni í løtuni.

Mynd 1:

[object Object]

Á mynd 1 síggja vit eina mynd av mammu míni og Nomi og hon er sjálvandi í einum “Frosen” jakka. Sjálvt um tú ert 3 ella 6 ár rakar man heilt víst málbólkin um man keypir okkurt við Frosen á. So tað eru ikki bert tey heilt smáu børnini, sum er vill við “Frosen”.

Hendan næsta fitta gentan, sum vit síggja á teimum næstu myndunum, er dóttir beiggja mannin hjá mær. Hon eitur Katrin og er 6 ár og byrjar í forskúla í august. Vakra skúlatroyggjan sum hon er í, hevur dugnaliga omma hennara bundið, og øll tey vøkru skúlatingini hon hevur á myndunum eru frá Maria Poulsen Búnýti.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

myndirnar eru frá OPHfoto

Tað er sera umráðandi um tú hevur ella kennir nøkur børn, ið fara í forskúla ella skúla, at tey trívast og føla seg væl í teirra nýggju byrjan beinanvegin. Tí er tað sera týðandi, at alt er klárt, og tey hava alt tey skulu nýta til teirra skúlabyrjan. Vit hava tí gjørt ein lista til tykkum her, sum vit halda er hentur at nýta.

Tað sum tit skulu hugsa um og hava klárt er:

  • skúlatasku
  • pennahús
  • skrivisett
  • matkassa og drekkidunk
  • Fimleikatasku
  • skúlatroyggu og einar góðar skógvar

Tað er eisini stuttligt, um tú og barnið hjá tær t.d. gera ein serligan dag, har tit fara í býin og gera tykkum skúlaklár við at keypa alt sum manglar.

Her síggja vit, at Katrin hevur valt sær eitt “Frosen” tema so at skúlataskan, pennahúsið og matkassin hóska saman. Hetta ger tað eyka stuttligt at byrja í skúla og vísa øllum hinum børnum, hvussu smartar lutir ein hevur.

Eg tosaði við mammu Katrin og hon greiði mær frá, at Katrin var so glað fyri skúlataskuna, at hon hevði havt hana við sær allan dagin, likamikið hvar hon fór, so skuldi taskan við. Hon hevði enntá sovið við taskuni á ta fyrstu náttina.

Hetta vísur, hvussu nógv stuttligari tað er hjá børnum, tá man ger nakað burturúr, og at man kann gera tað í felag. At børnini eru við til at velja, hvat tey ynskja og dáma, ger at tey kenna seg vaksnan við at byrja í skúla. Tey kenna og føla, at tey eru “up to date” við øllum tí, tey skulu nýta til at fara í skúla. Nú eru tey ikki børn longur, sum ganga í barnagarð, men ‘vaksin’ sum skulu ganga í skúla – Hetta er stórt:) 

[object Object][object Object]

 

Bloggari: Karis í Liða Hansen, eri 29 ár. Eri gift við Osvald P. Hansen og vit búgva í Tórshavn. Eg eri útbúgvin tannrøktari.

Seinastu 2 árini havi eg ikki kunna arbeitt, tí eg eri sera sjúk av epilepsi. Mær dámar væl at blogga um mat og lívstíl.

[object Object]