Mítt jólaheim

Mín avbjóðing er at fáa tað at síggja heimligt og hugnaligt út, uttan at tað skal virka ov fult og inniklemmað

Mítt jólaheim
2019-12-18 19:00 Author image
Birita Sjúrðaberg 2019-12-18 19:00

Áh sum eg elski hesa tíðina. Mær dámar serliga væl tey hugnaligu tiltøkini, sum ofta eru at fara til, og annars stemningurin ið merkist runt umkring. Men so væl sum mær dámar hesa tíðina, so kann tað væl tykjast tvísint fyri meg. Eg bæði elski og dámi minni væl, at pynta til jóla. Eg byrji sum oftast tíðliga at pynta, og kann tað taka mær fleiri dagar. Eg eri altíð bangin fyri, at tað kemur at virka ov fult og óruddiligt inni, tá jólapyntið kemur fram. Mín avbjóðing er tí, at fáa tað at síggja heimligt og hugnaligt út, uttan at tað skal virka ov fult og inniklemma.

Eg prøvi meg tí fram við ymiskum, og aftaná nakrar dagar, so fellur alt altíð uppá pláss, og eg finni útav, júst hvussu alt skal vera. Tá so gott sum alt er komi uppá pláss, má eg ásanna, at eg elski jólahugnan og stemningin, ið fylgir har við.

Mær dámar væl at broyta innrættingina ígjøgnum alt árið, og tí standa øll tingini ikki í sama stað alt ov leingi, og tískil hevur mítt jólaprýði ikki nakað fast pláss hvørt ár.

Mítt jólaprýði er ein blandingur av nýggjum og gomlum prýði. Hvørt ár kemur okkurt nýtt til, tó eri eg farin at dáma væl gamalt jólaprýði, so tey seinastu árini, havi eg keypt tað mesta av jólaprýðinum í endurnýtslu.

[object Object]

Jólakoppurin hevur fingið sítt pláss, í selskapi við tveimum jólatrøðum.

[object Object]

Hugni hesa ársins tíð.

[object Object]

Eg plagi altíð at seta okkurt jólaprýði inn í vitrinuskápið, so í ár er einki undantak.

[object Object]

Pakkakalendarin hjá soninum er í eini strá kurv.

[object Object]

Hendan messing ”uppsatsin” fann eg í gamalt gull í Norðdepli.

[object Object]

Vit hava keypt hesa kopar stongina eftur máti, til at heingja jólaperur á. Hesa loysnina hava vit havt í nøkur ár nú.

[object Object]

Av tí at okkara pláss er avmarkað, og at vit ikki halda jól heima í ár, hava vit valt, at hava eitt lítið jólatræð í potti í ár.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

 

[object Object]

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist í goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.