Ikki ov seint til heimahugna og heimagjørt jólaprýði

DIY: Heimagjørt jólaprýði

Ikki ov seint til heimahugna og heimagjørt jólaprýði
2019-12-20 20:47 Author image
Birita Sjúrðaberg 2019-12-20 20:47

Nú nærkast jólini við fullari ferð. Men tað merkir tó ikki, at tað er ov seint til heimahugna og at gera heimagjørt jólaprýði. Tú kanst gera títt egna jólaprýði, úr leiri ið er sjálvherðandi. Tað er einans hugflogið, ið setur mørk, so tað er eitt frálíkt høvið, at royna tíni skapandi evnir. Her eru nøkur dømir uppá hugnaligt og persónligt jólaprýði.

[object Object]

[object Object]

Tað tú skalt brúka:
Hobby leir
Máling
Tec7 lím/fugu
Stearinjós (lítil kløn)
Greinar

 

 

 

 

 

Kavamenn

Soleiðis gert tú

Byrja við at gera tríggjar kúlir. Ger tvær í eru áleið somu stødd, og tí eini sindur minni. Tann minna skal vera høvdið. Eg fann greinar í havanum, at nýta til ”armarnar”.  Eg telgdi tær eitt sindur í endanum, og gjørdi eitt hol. Ger tað endiliga nóg djúpt. Tak greinarnar úr aftur, ímeðan leiri tornar. Brúka ein pinn av onkrum slagið at gera eygu við. Brúka eitt lítið ljós, og trýst niður í høvdið, og forma tað soleiðis, at ljósið stendur væl og nóg langt niðri. Tak ljósið úr, ímeðan tað tornar. Forma síðani knappar og nøsina. Tú kanst eisini velja, at gera ein hatt, ístaðin fyri at seta eitt ljós niður í. Eg valdi at lata tað torna, uttan at vera forma sum ein kavamaður. Tað heldur betur, um tað verur líma saman. Áðrenn eg límaði alt saman sum ein kavamann, málaði eg alt, og tá tað var torna, so límaði eg. Eg brúkti Tec7 lím/fugu.

Mær dámar væl, tá tað ikki sær alt ov perfekt út. Eg havi t.d ikki gjørt mær ómak við, at fáa knapparnir akkurát líka stórir, og at festa teir á, eftur einari beinari linju.

[object Object]

[object Object]

Eg royndi eisini at gera hesar nissurnar. Tær vóru stuttligar at gera, man kann forma tær uppá nógvar ymiskar mátar, júst sum man sjálvur vil. Haldi at tær eru eitt frískt og persónligt ískoyti til jólaprýði.

[object Object]

At enda royndi eg at gera jólastavar. Ætlanin er at gera fleiri jólastavar, og tá fari eg at gera hol í, soleiðis at band kann koyrast í stavarnir.

[object Object]

 

 

[object Object]

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist í goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.