2019-12-27 12:25 Author image
Birita Sjúrðaberg 2019-12-27 12:25

Dagarnir eru blivnir myrkari og myrkari, og vit eru mitt í vetrartíð.

Vit búgva í einum landið, har tað er nógv ljós helvtina av árinum, og partvís myrkt hina helvtina. Nú tað er myrkna, ert tú møguliga farin at leggja til merkis, at tær manglar betur ljós, í onkrum rúmið í tínum heimið.

 

Týdningurin av ljósi

Føroyingar eru sum heild nógv innandura um veturin, og kann veturin av tí sama tykjast drúgvur. Legg teg tí eftur, at innrætta heimið við nokk av lampum, ið kunnu verða við at flyta fokus frá  myrkrinum uttanfyri .

Tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin og vælveruna hjá fólkið, at vit hava tað rætta ljósið til okkara heim, serliga í vetrar tíðini, við lítið av natúrligum dagsljósið.

 

Hvørja funktión skal ljósið hava?

Ein meginregla er, at hava eina lampu í hvørjum hornið í einum rúmið, og eina miðskeiðis.

Hugsað tí um, hvørja funktión ljósið skal hava í hvørjum rúmið, soleiðis at ljósið verður laga eftur tørvinum.

Spísiborð verða ofta nýtt til bæði skúlating og ítriv, og tá er týdningarmikið við ljósið, ið lýsir væl yvir borði. Spísiborði verður typiskt eisini nýtt til eitt nú hugnað um kvøldarnar. Tí er funktionelt við ljósið yvir borðinum, ið kann justerast. Við ljósdempara kanst tú skapa júst tann stemningin, ið tú vilt hava.

At hava ljósspottar uppi undir loftinum, verður sera nógv brúkt. Serliga í nýggjum og nýumvældum húsum. Tað er ógvuliga funktionelt, tað gevur gott ljós til gerandis uppgávur, og kann nýtast í øllum rúmum.

Men fyri at skapað hugna og harmoni í innrættningini, skal ein helst hava bæði loftslampur, veggjalampur, gólvlampur og borðlampur. Best er, um til ber at tendra lampurnar óheft av hvørjum øðrum.

Ljósið frá lampunum er við at skapað lív í rúmum, og ger at ein følir seg meira heima.

Um tú noyðist at krimpa eygu, av eini peru, ið lýsir ov sterkt, skuldi allarhelst hugsast, at skift peruna út. Ljósið eigur at vera behagiligt fyri eyguni.

 

Funktionel og orkusparandi lampa

Panthella mini er ein borðlampa, við innbygdum LED ljósið í energiklassa. Tað er tað nýggjasta innan LED-teknologi, og hevur hon trýggjar ljósstyrkir. Sera smart lampa, ið kann nýtast til ymisk endamál.

Hon kann millum annað nýtast sum arbeiðsljós á einum kontóri, ella sum lampa í hugnakrókinum í stovuni. Myrka tíðin leggur ofta upp til heimahugna, so fyri at fáa stemningsljós, ber til at dempað hana, soleiðis at hon skapar meira hugnaligt og behagiligt ljós. Hetta setur ein heilt serligan dám á innrættningina.

[object Object]

Panthella mini er sniðgvin av Verner Panton. Hann hevur sniðgivið lampuna fyri Louis Poulsen. Panthella mini er 250 mm í tvørmáti. Lampan fæst til keyps hjá Ide Møblum.

 

Sýnist tað ov myrkt inni hjá tær?

Tað skapar eitt ávíst huglag, at kunna dempa ljósið aftaná ein langan dag, og tendra stearinljós fyri at fáa eitt meira inniligt og hugnaligt huglag. Men heldur tú, at tað sýnist ov myrkt inni hjá tær, er eitt hugskot at fáa tær eina lampu úr glas, ella eina ið lýsir alt rúmið upp. Tað gevur eitt lætt og livandi úttrykk.

[object Object]

Radiohus pendel er sniðgivin av Vilhelm Lauritzen. Louis Poulsen hevur fyri kortum endurskapað lampuna. Lampan fæst í tveimum støddum. 250mm og 370 mm í tvørmát. Hon fæst til keyps í Ide Møblum.

Um tað sýnist myrkt inni, er eitt gott íkast, at hava hvít ella ljós vindeygu, og vindeygakarmar innan, tað er við til at gera, at tað sýnist ljósari inni.

Ein annar møguleiki, fyri at basa, at tað sýnist ov myrkt, er at ikki hava ov myrkar veggir runt um eitt vindeygað. Og so hjálpur tað eisini øgiliga væl, at hava hvít loft. Hvít loft fáa harafturat rúmið at sýnast størri og rúmligari.

 

Íblástur til lampur

[object Object]

Frá ovast til vinstru: 
1. Jiélde gólvlampa 2Flowerpot VP1 loftlampa frá Verner Panton 
3. Bloomingville kork borðlampa 4. Lampegras veggjalampa 5. Sinnerlig loftlampa frá ikea 6. Veggjalampa frá bloomingville 7. Loftslampa frá House Doctor 8. FollowMe bordlampe 9. Arne Jacobsen gólvlampa 10. Panthella gólvlampa Verner Panton 11. PH 5 loftlampa 12. Bloomingville bordlampe 13. Ib laursen veggjalampa 14. Flowerpot VP3 borðlampa frá Verner Panton 15. Ranarp veggja/klípilampa frá ikea 16. Jiélde loftlampa

 

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist í goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.

[object Object]