Brúka bøkur sum prýði í føroyskum heimum

“Coffee table books” er nakað sum alsamt fleiri brúka. Hesar bøkurnar eru til pynt. Vit hava her nøkur ráð um hvussu tú kanst brúka hetta í tínari innrætting

Brúka bøkur sum prýði í føroyskum heimum
2020-01-23 20:02 Author image
Gyðja Á Argjahøvda 2020-01-23 20:02

Á sosialu miðlunum og í føroyskum heimum síggja vit at alsamt fleiri brúka ”Coffee table books” í innrættingini, men hvat er ein “coffee table book” og hvaðani stavar hugskotið um eina slíka bók?

Upprunaliga varð bókin kallað “tea table book” og bleiv hon brúkt sum eitt lítið borð at stilla t.d. ein heitan kopp av te niður á. Orsøkin til, at tað nú verður kalla coffee table book er helst tí nú eru munandi fleiri, ið drekka kaffi enn te.

[object Object]

Eins og nógv onnur eri eg fallin fyri hesum bókunum. Eg brúki tær til at skapa hædd og dypd í innrættingini og oftast leggi eg tær á eina reol, í vindeygu og á sofaborið.

Mær dámar væl tann einkulta stílin við gráum tónum, tí havi eg keypt mær “coffee table books” í ymiskum gráum tónum við einfaldari permu.

[object Object]

Tær flestu bøkurnar, sum eg havi keypt, snúgva seg um innrættning og móta og eg skal erliga viðganga, at eg ikki havi lisið serliga nógv í bókunum. Harafturímóti hyggi eg nógv eftir myndunum og fái eg íblástur til innrætting og hvussu eg skal styla míni klæðir.

[object Object]

Summi halda kanska at tað er undarligt at brúka áleið 300 kr. uppá eina bók, ið man ikki lesur, men bert brúkar til pynt og at hyggja eftir myndum, men fyri meg er tað eins og at keypa ein nýggjan vasa, ljósastaka ella annað prýði til heimið.

Sum við øllum, er tað ringt í byrjanini, at finna út av hvussu man skal brúka bøkurnar, hvønn lit tær skulu hava ella bara hvat fyri slag av bókum ein skal velja sær.

[object Object]

(Myndirnar í greinini eru allar frá heiminum hjá Gyðju)

Her eru nøkur ráð til at keypa og brúka coffe table books í tíni innrætting:

1. Legg 2-3 bøkur á eina hill, stól, borð ella sofaborð og brúka bøkurnar í tíni verandi innrætting

Soleiðis brýtur tú av í millum tíni pynti ting, skapar rúmd og tú fært eitt meira simpult og fjølbroytt útrykk.

2. Keyp bøkur í sama litbráð, sum tú brúkar í tínari innrættning

Um tú, eins og eg, dámar væl minimalistiska stílin við gráum tónum, keyp so bøkur við gráari permu, men vel eina við eitt sindur kraftigari gráum liti. Við hesum dregur tú tann gráa litin í innrættingini meiri fram.  Hetta er ein einfaldur háttur at skapa lit í innrættningini. 

3. Brúka bøkurnar á ymsan hátt, legg tær vatnrætt og loddrætt

Tað er fangandi tá tú stillar bøkurnar á ymsan hátt í hillini. Tú kanst brúka 3 ella 4 vatnrættar og hareftir brúka 1 ella 2 við onkrum pynti omaná. Tað kundi til dømis kundi tað verið ein skulpturur, vasi ella staki. Hugsa um, at skapa fjølbroytni, tá ið tú skal innrætta bókahillina ella reolina.

 

Hetta eru nakrar av mínum yndis bókum:
Kinfolk
Handbok i inredning och styling
Green Home Book
Channel
Louis vouitton
Nordic Moods
Aesop

Tær kunnu keypast í Nips í SMS.

 

Skrivað  hevur:

[object Object]

Gyðja á Argjahøvda, Dekoratør í Royal Copenhagen

Stutt um meg: Eg eri 27 ára gomul og búsitandi í Keypmannahavn. Eg eri útbúgvin dekoratør hjá Royal Copenhagen og starvist dagliga í okkara Flagship Store á Strøgnum. Eisini havi eg ábyrgdina fyri dekorasjón í okkara Concept Store í Århus, Outlet í Vejle og Outlet á Fredriksberg. Arbeiði til dagligt í Nips í SMS: 

 

Instagram: gydjaargjahovda & fylg mær endiliga á instagram: argjahovdadecor