Adventskransar – DIY

Eg havi gjørt tveir adventskransar við tilfari, ið eg m.a. havi funnið heima, men fyri at gera tað jólaligt, noyddist eg at keypa okkurt smávegis afturat

Adventskransar – DIY
2019-11-29 11:35 Author image
Rakul Dalsgaard-Jakobsen 2019-11-29 11:35

Nú nærkast fyrsti sunnudagur í advent, og skal man hava ein adventskrans, ber væl til at gera hann sjálv.

Eg havi leitað eftir ymiskum lutum, ið eg kundi brúkt til ein adventskrans, og eg má sanna, at tað er hópurin av lutum, man kann nýta til slíkt. Til dømis eitt fat, ið tú vanliga brúkar at servera mat á, ein vøkur skál, ið kanska bara stendur og samlar støv ella okkurt heilt triðja.

Eg havi gjørt tveir adventskransar við tilfari, ið eg m.a. havi funnið heima, men fyri at gera tað jólaligt, noyddist eg at keypa okkurt smávegis afturat.

Tann fyrsti adventskransurin, eg gjørdi, varð sera einfaldur. Eg fann ein ljósastaka við fýra ’ørmum’ og pyntaði botnin við tí, sum eg havi keypt, nøkrum blómum, sum eg klipti úr einum blómutyssi, eg hevði standandi, og bant nakrar sloyfur úr reyðum bandi. Sera einfalt, men vakurt at hyggja at. 

[object Object]

 

Tann seinna gjørdi eg burturúr einum jarnfati, eg fann. Eg fekk íblástur av træbarkinum til at gera okkurt skógarkent, so eg klipti nøkur bløð av fyrr nevnda blómutyssi og legdi hesi í botnin fyri at illustrerað ein skógarbotn. So legdi eg koglur, blómur, reyð ’berð’, jólakúlir og at enda fýra stór reyð ljós.

[object Object]

[object Object]