Serfrøðingurin svarar: Skaðadjór í brúktum møblum

Serfrøðingurin svarar: Skaðadjór í brúktum møblum o.ø.

Les SPURNINGIN og SVARIÐ niðanfyri lýsingina

Um Skaðadjóratænastuna: Skaðadjóratænastan er ein fyritøka, sum týnir skaðadjór í og á ognum. Vit kunnu veita sertifikat uppá arbeiði, tá arbeiði er liðugt. 

Skaðadjóratænastan hevur servitan og serútgerd til týning av skadadjórum. Vit veita ráðgeving og kanningar í samband við húskeyp og sølur og átaka okkum at týna øll skaðadjór í og á ognum.

Skaðadjór sum veggjalýs, silvurfiskar, fýr, húsbukk, mýs, rottu, klukkur og billir, týna vit kring alt landi. Vit hava góðar og drúgvar royndir.

Ring 517711 ella skriva til: havnin@mail.fo, so finna vit eina loysn saman.

Vinarliga

Heini Magnussen, Skaðadjóratænastan

Spyr serfrøðingin:- Vit finna svarið

Her kunnu okkara lesarar seta ymiskar spurningar til øll sløg av serfrøðingum innan hús, heim, garð, tún, urtagarð o.t.

So venda vit aftur við einum svari á okkara heimasíðu sum skjótast

Les SPURNINGIN og SVARIÐ niðanfyri lýsingina

Spurningur frá lesara:

Hvat er gott at hava í huga viðvíkjandi skaðadjórum, tá ein keypir brúktar møblar, her hugsi eg um t.d.:

  • Hvat skal ein ansa serliga væl eftir, hugsi m.a. viðv. fýri, veggjalús ella øðrum smáum skaðadjórum? Og hvussu er við silvurfiskum, kunnu teir “búgva” t.d. í eini trækommodu?
  • Hvussu kannar ein innbúgv?
  • Hvussu tryggjar ein seg best?

Tað er jú sera spennandi at vera kreativur og seta nýtt og gamalt saman. 🙂 

Svar frá serfrøðinginum:

Viðvíkjandi fýri: Tá tað kemur til møblar har fýrhol eru í, er umráðandi at kanna eftir, um fýrurin er livandi, ella um talan er um innbúgv, har fýrur einaferð hevur verið í, men er deyður.

Tađ ger ein best við at leggja ein svartan skrellisekk á gólvið og seta møbilin á sekkin. Um fýrur er í, vil eitt sindur av spønstøvi detta niður á sekkin. Er einki støv komið á sekkin í 3 vikur, so er eingin livandi fýrur í.

Um ein hevur møguleika, kann ein eisini seta møbilin inn í frystirúm í 2 samdøgur, ella í kølirúm í 4 samdøgur. So er ein vísur í, at eingin livandi fýrur er í. 🙂

Skuldi tað verið eitt dømi, har fýrur er í, ber til at brúka petroleum í sproytum, og sproyta inn í øll fýrholini. Men ansið eftir, tá tit brúka petroleum, tí hetta er sera eldfimt og kann tí lættliga koma eldur í, um t.d. stearinljós o.t. standa á ella nær við møbilin.

Les víðari niðanfyri myndina

Fýrur

Les víðari niðanfyri lýsingina

Viðvíkjandi veggjalús: Veggjalýs skal ein ansa serliga væl eftir! Sengur, madrassur, sofur, kuffert, taskur v.m., sum innihalda veggjalýs ella veggjalúsaegg, kunnu gera, at alt húsið verður ígjørt (inficeret) av hesum smáu “vampyrunum”.

Tað er at kanna eftir í seymingini á madrassuni, undir kantunum, og undir botninum. Er songin ella sofan úr myrkum toyið, er ringt at fáa eyga á tær. Tá má ein brúka sjóneyku og sterkt ljós.

Er botnurin á songini fongdur av svørtum “prikkum”, kann hetta vera eitt tekin uppá veggjalús.

Les víðari eftir lýsingina

Veggjalús

Veggjalúsin livir í 1 ár uttan at eta og fer í dvala. Tískil er ringt at drepa lýsnar við at bíða. 🙂
Men um ein frystir ella hitaviðgerð sengurnar, so fær ein bilbugt við teimum. Tó so, tær kunnu saktans vera aðrastaðni enn í sjálvari songini.

Tær halda til aftanfyri fótpanel, sprekkum í gólvi og veggi, í skuffum í náttborðum, aftanfyri myndir, í garðinum o.s.fr.

Er tann plágan fyrst komin, er best at ringja til okkum. Og IKKI brúka spray, sum man kann keypa ímóti meyrum og øðrum, tí tað inniheldur ikki nóg nógv eitur, og tískil doyggja tær ikki, men immunverjan verður styrkt. Tá er uppaftur verri at týna tær.

Vit hava staðið serlig skeiðir, sum loyva okkum at innflyta sterk eiturevni, sum tær doyggja av. Evnini eru ikki farlig fyri fólk og stór húsdjór, tá evnini eru tornað.

Veggjalús

Viðvíkjandi silvurfiskum: Ja, silvurfiskur kann saktans “búgva” í eini kommodu, sum tú t.d. keypir brúkta. Silvurfiskar koma ofta í hús við fólki og tilfari. Tað er ilt at meta um, um teir doyggja í nýggja heiminum, um har ikki er fuktugt. Í sjálvum sær er silvurfiskur ikki eitt “skaðadjór”, men fleiri eru tey, ið ynskja silvurfiskar langt burtur. Silvurfiskur er púra ófarligur. Hann kann hvørki bíta ella stinga – men honum dámar væl klistrut og klebrut tilfar, so sum tapetlím, mjøl, sukur, dust og annars alt, sum fyri er og inniheldur bindievnir.

Eg vil ráða øllum til ikki at keypa brúktar sengur v.m. tí vandin fyri at fáa óynsktar gestir við, er stórur. Eitt er púra sikkurt, at um ein keypir nógv brúkt innbúgv, hevur ein góðar møguleikar at draga ymiskt annað heim við. Hatta eru okkara royndir. Vit hava viðgjørt hús fyri t.d. fýr, har fýrur er komin í av gomlum møblum, sum komu í húsini. Veggjalús tað sama. Um møblar v.m eru fongdir, er best at viðgera teir. 
 
Vinarliga


Skaðadjóratænastan

v/Heina Magnussen

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert