Serfrøðingurin svarar: Reinsan av ventilatión

Serfrøðingurin svarar: Reinsan av ventilatión

Um okkum: Faroeduct Clean byrjaði í ár 2000, og hava vit reinsað síðani tá. Vit reinsa bæði sethús, stovnar, barnagarðar, stórar bygningar og skip reinsa vit eisini. Útgerðin ið verður brúkt at reinsa við, er tann mest framkomna sum verður brúkt í dag, kraftig útsugning, roterandi bustir og robottar.

Um tað eru nakrir spurningar hesum viðvíkjandi, so sig endiliga til.
 
Vinarliga
 
Anfinn Olsen
Telefon: 211695

Spyr serfrøðingin:- Vit finna svarið

Her kunnu okkara lesarar seta ymiskar spurningar til øll sløg av serfrøðingum innan hús, heim, garð, tún, urtagarð o.t.

So venda vit aftur við einum svari á okkara heimasíðu sum skjótast

Sí SPURNINGING og SVARIÐ niðanfyri lýsingina

Spurningur frá lesara:

Nú næstan øll hús hava ventilatión, havi eg nakrar spurningar viðvíkjandi ventilatión:

  • Hvussu oftani skulu sjálv rørini reinsast? 
  • Og duga tit at siga, hvat kostnadurin er fyri hetta å leið?
  • Hví skal ein reinsa? Hvat ávirkar tað ella kann tað ávirka, um ein ikki reinsar ventilatiónina?

Svar frá serfrøðingi:

  • Um ein vil hava eitt ventilatiónsanlegg reint altíð, má anleggið reinsast við 2 ára millumbili. Annars er tíðin ímillum hvørja reinsing ógvuliga ymisk ímillum fólk.
  • Kostnaðurin fyri eini sethús er: Kr. 5000 v/mvg. Tá verða øll rørini, ventilar og ventilatiónskassin reinsaði. Eisini verður anleggið eftirhugt og avprøvað.
  • Orsøkin fyri at reinsa er tann, at tað er ógvuliga umráðandi at hava eina reina ventilatión fyri inniklima. Um tað ganga nógv ár ímillum hvørja reinsing, ella ein als ikki reinsar, so hava vit eina skitna ventilatión, sum ávirkar inniklimaði.
    Tann reina luftin úti, verður blást ígjøgnum eitt skiti filtur, og síðani ígjøgnum skitin rør, tann luftin tekur støvpartiklar við og verður blást inn í rúmini.
    Luftkvaliteturin verður ikki so góður, sum aftur ávirkar fólk við t.d. allergi, ein fær sviða í eyguni, turra nøs og høvuðpínu.
    Tað legst nógvur lortur á skovlirnar á ventilatorinum, sum minkar um kapasitetin.
    Tilfarið í einum sethúsi/bygningi heldur sær nógv betur við ventilatión, og ein sleppur undan fukti.

Sí fleiri myndir niðanfyri lýsingina

Sí fleiri myndir niðanfyri lýsingina

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert