Villist tú í innrættingarstílum?

Villist tú í innrættingarstílum?

Ert tú eisini ein av teimum mongu, sum villist í øllum ymisku innrættingarstílunum? Ella av og á hevur trupult við at avgera, hvønn stíl, tú hevur hug at velja ella halda teg til?

Eg vænti, at vit eru fleiri, ið kenna til ta støðuna, har vit eru í einum handli og síggja ein so sera vakran staka ella lampu, sum vit bara MUGU eiga, tí hann riggar SO væl – í handlinum. Men tá vit endiliga hava keypt hendan stakan ella lampuna, og seta tað saman við okkara egnu tingum heima við hús, so er tað bara ikki heilt, sum vit høvdu væntað. Ístaðin tykist tað bara óruddiligt ella “óharmoniskt”, tí tað eru ov nógv ting í fleiri ymiskum stílum – uttan at tey øll fylgja einum “reyðum tráði”. Um tú ert tilvitað/ur um hetta, ber tað tó væl til at sleppa av við hendan (ó)vanan – um tú ynskir tað, væl at merkja. 

Ger vegleiðandi kollasjur

Tá tú skalt innrætta eitt rúm (um tað so er í samband við nýbygging ella bara eina makeover) er tað eitt gott hugskot at gera eina kollasju áðrenn, sum vísir tey hugskot, ið tú hevur til stílin í rúminum. Hetta kann vera við til at gera tað lættari hjá tær at halda teg til tann stílin, sum tú ynskir tær, so tú ikki villist í nógvum ymiskum stílum, og talan verður um “stílforvirran”. Tað er júst tá, at tað kann tykjast óruddiligt, tí heildin harmonerar ikki.

Les víðari eftir lýsingina

Brúka 80/20 regluna

Alt hetta merkir tó ikki, at tú ikki kanst blanda ymisk sløg av stílum. Tað ber væl til at blanda t.d. 2 stílar, m.a. við at hava meginpartin í einum modernaðum stíli og so velja nøkur einkult ting her og har, sum eru antikk/gomul ella ein heilt annar stílur. Sum tummilfingra-regla plagar at vera sagt, at tað er gott at royna at halda seg til eina javnvág á 80/20 %. Tvs. t.d. 80% av tí modernaða og 20% av onkrum øðrum – gjarna ein mótsetning sum t.d. antikk, sum ofta hevur bleytari linjur ella heitari litir, soleiðis at hetta gevur eitt harmoniskt mótspæl til tær beinu linjurnar og tað svarta/hvíta/gráa, sum tann modernaði stílurin ofta hevur.

Dømi um kollasju: Romantiskur stílur við onkrum modernaðum innímillum

Romantiskur stílur við onkrum modernaðum innímillum

Les víðari niðanfyri lýsingina

Dømi um kollasju: Modernaður, skandinaviskur stílur við onkrum antikk/gomlum innímillum.

Modernaður, skandinaviskur stílur við onkrum antikk/arvagóðsi innímillum

Tøvda lampan og urtapottafjalararnir eru frá føroyska RN DESIGN & ART og myndlistin av føroyakortinum og dagfesting er frá EINFALT LIST.

Gott við mótsetningum

Í kollasjuni omanfyri sæst, at tað “gamla” við sínum bleytu/rundu linjum, sum t.d. karaflan og útskorna ramman á speglinum hava, og tann heiti træliturin, sum teak-skápið hevur, gevur eitt vakurt og harmoniskt mótspæl til tær beinu linjurnar og svørtu/gráu/hvítu litirnar í tí modernaða.

Allir hesir mótsetningar kunnu vera við til, at vit fáa eina kenslu av javnvág, tá vit eru í okkara heimi. Við øðrum orðum, er tað javnvágin ímillum tað maskulina og tað feminima, ella tað, sum eisini verður kallað fyri “yin og yang”, sum kann hava stóra ávirkan á, hvørja kenslu vit fáa av at vera í teimum ymisku heimunum ella rúmunum. Men meira um tað seinni í eini aðrari grein. 😉

Les víðari niðanfyri lýsingina

Títt/tykkara heim

Nógvar tummilfingrareglar eru og “innrættingar-reglar”, men hóast hetta, so er tað tú/tit, sum skulu vera glað fyri tykkara heim og fáa eina góða “heimliga” kenslu, tá tit eru heima. Tá er tað líka mikið, hvat onnur halda. 🙂 

Send okkum tínar kollasjur

Hevur tú gjørt onkra/r kollasju/r?

So ert tú vælkomin at senda okkum hana/tær, so vit kunnu leggja hana/tær á út á husogheim.fo til íblástur til onnur.

Skrivað hevur:

Navn: Fríða Jeanne Petersen

Stutt um Fríðu: Hon er 31 ára gomul, mamma til 4 børn í aldrum frá 1 til 9 ár – 3 dreingir og 1 gentu – sum hon eigur saman við manni sínum Esmar.

Fríða er útbúgvin skrivstovukvinna, boligstylist og Neo Feng Shui innrættingarráðgevi.

Hon er heima við børnunum, umframt at hon er sjálvstøðug vinnurekandi.

Fríða er ein av 4 eigarunum av Husogheim.fo og Brudleyp.fo.  

Instagram: @fridajeannepetersen

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert