Umvældu og vunnu “Årets Boligstylister”

Umvældu og vunnu “Årets Boligstylister”

Tá Trine Trøstrup Darré og Anders Nielsen i 2016 upprættaðu Instagram-profilin @salmonstreet, var tað við einum dreymi um, at teirra nýognaða handverkaratilboð á Laksegade fór at enda í einum “bolig”-blaði.  

Tey umbygdu íbúðina í einum modernaðum herskappstíli við sildabeinsparkett, veggjapanelum, fyllingshurðum o.ø.

Eftir at tey høvdu verið í gongd við umvæling í eitt ár, var íbúðin liðug og vunnu tey “Årets Boligstylister 2017”, ein heiður, sum danska blaðið Boligmagasinet gevur einum hepnum vinnara hvørt ár. Soleiðis gjørdist dreymurin um at koma í eitt “bolig”-blað til veruleika. 

Bloggurin hjá teimum, sum eitur eftir teirra gøtu, Laksegade (www.salmonstreet.dk), er ein bloggur um innbúgv, handverk og kreativitet.

“Tað er sera týdningarmikið fyri meg at innrætta persónligt og ikki bara hoppa við uppá mótan”Trine
Les víðari niðanfyri lýsingina

Ein herskapsligur- og endurnýtslu-andi setir dám á heimið. Trine ger ymiskt búnýti sjálv, til dømis hevur hon sjálv gjørt tær sjáldsomu og serligu lampurnar úr ymiskum endurnýtsluglasið.

“Tað er sera týdningarmikið fyri meg at innrætta persónligt og ikki bara hoppa við uppá mótan”, sigur Trine. 

Sí myndirnar av teirra vakra og fjálga heimið niðanfyri.

Køkur & spískamar

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Stova

Her sæst ein av borðlampunum, sum Trine hevur gjørt

Les víðari niðanfyri lýsingina

Hjúnakamar & kontór

Baðirúm

Gesta-WC

Áðrenn umvælingina

Aftaná umvælingina

Tey hava júst selt hesa íbúðina og fara nú í holt við eitt nýtt projekt, so um tú hevur hug at fylgja við teirra projektum, ber tað til á teirra bloggi á www.salmonstreet.dk og á Instagram undir navninum @salmonstreet

Gev okkum eitt prei

Hevur tú umvælt ella veitst tú um onkran, sum hevur umvælt, vilja vit fegin hava eitt prei frá tykkum, so vit eisini kunnu deila myndir av føroyskum umvælingum. Send okkum eini boð á okkara Facebook-síðu her.

Deil Hesa Greinina

Skrivað hevur: Fríða Jeanne Petersen

Eitt sindur um Fríðu: Hon er 32 ára gomul, mamma til 4 børn í aldrum frá 1 til 9 ár – 3 dreingir og 1 gentu – sum hon eigur saman við manni sínum Esmar.

Fríða er útbúgvin skrivstovukvinna, boligstylist og Neo Feng Shui innrættingarráðgevi.

Hon er heima við 1 ára gomlu dóttrini og 3 ára gamla soninum, umframt at hon er sjálvstøðug vinnurekandi.

Fríða er ein av 4 eigarunum av Husogheim.fo og Brudleyp.fo.  

Instagram: @fridajeannepetersen og @husogheim.fo