Umvældu og fingu teirra dreymaheim

Umvældu og fingu teirra dreymaheim

Á Kálvagerði 14 í Tórshavn býr ein familja, ið telur fýra fólk; Silvia Láberg, Jan Mohr og døtrar teirra, Lea 12 ár og Brá 10 ár.
Silvia er ættað úr Skopun, og Jan er frá Tórshavn. Silvia arbeiðir sum hjálparfólk á dagstovninum Kurl@, Jan er KT-maður á Formula, og genturnar ganga í 4. og 7. flokki á skúlanum á Fløtum.

Avgjørdu at keypa onnur hús og umvæla – Silvia greiðir frá

Í 2014 valdu vit at selja okkara “gamla” hús á Folagerði. Húsini vóru blivin alt ov lítil, og máttu vit tí annaðhvørt byggja út ella finna eini onnur hús.

Tað var umráðandi fyri okkum, at vit ikki máttu flyta ov langt vekk frá táverandi grannalagnum, tá ið genturnar hjá okkum vóru byrjaðar í skúla og høvdu fingið vinfólk í umráðnum.

Vit vóru so heldig, at í aðrari gøtu í sama grannalagið, vóru eini tvíhús til sølu, sum vit sóu vera væl egnaði til okkum sum familja, og keyptu vit tí tey.

Húsini eru frá 1989, og alt var frá uppruna, uttan vesið og innhurðarnar.

Vit vóru á einum málið um, at húsini skuldu høvuðsumvælast í stigum, ímeðan vit búðu í teimum.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Vit hava skift: Loft, gólv, køk, vindeygu, tapetserað og málað av nýggjum, flutt veggir, gjørt eitt eyka vesi, pussað trapputrinini og málað vangarnar, lagt ventilatión, nýggjan klædning, nýtt bryggers, og tað, sum stendur fyri framman, er at gera durin meira opnan og gera tað vesið um, sum var.

“ Tað var ein ógvuliga strævin tíð, serliga tá ið umvælingin av stovuni og køkinum fór fram, tí ein fekk ikki uppihildið seg nakrastaðni”Silvia Láberg

Afturat hesum skal eg siga, at tann, sum eigur størsta rós uppiborið, er Jan, sum hevur gjørt allar umvælingar sjálvur, uttan vindeyguni, har fekk hann hjálp frá einum í familjuni. Tað var ein ógvuliga strævin tíð, serliga tá ið umvælingin av stovuni og køkinum fór fram, tí ein fekk ikki uppihildið seg nakrastaðni.

Húsini eru í tveimun hæddum, pluss ovastaloft. Í niðaru hæddini er høvuðsinngongd, durur, vesi, bryggers/vaskirúm og tvey kømur. Í ovaru hæddini er hjúnakamar, vesi og køkur/stova í einum.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Fjálgur og fjølbroyttur stílur

Eg dugi ikki heilt at siga, nær mín áhugi fyri innrætting stakk seg upp, men mær hevur altíð dámt væl at havt tað hugnaligt og fjálgt rundan um meg. Eg kann tó siga, at eg havi havt tríggjar bústaðir, har stílurin hevur verið sera ymiskur. Stílurin, sum eg havi nú, er heilt sikkurt eitt sindur fjølbroyttur. Mær dámar væl tað ljósa træið saman við hvítum og teimum væl umtóktu pastell-litunum. Eisini havi eg tann svarta og tann gráa litin runt umkring, tí eg haldi, hann er so tíðarleysur. Um eg skal velja okkurt burturúr, sum vit eru serliga glað fyri, so er tað familjumyndirnar á vegginum, umframt tann fjøllbroytta stílin.

Eg haldi sjálv, at tann reyði tráðurin er ígjøgnum øll húsini. Sjálvt í kamarinum hjá tí eldru dóttrini sær ein hesar litir og stílin aftur. Vit hava valt henda stílin, tí hann er heimligur. Og fyri okkum er hann serliga hugnaligur.

Les víðari niðanfyri lýsingina

“Eitt gott ráð til ein, ið skal annaðhvørt keypa ella umvæla eini hús ….. FLYT IKKI INN FYRR ENN LIÐUGT ER !!!”Silvia Láberg

Tað rúmið, sum okkum dámar allarbest, er stovan og køkurin, hetta tí, at har er pláss fyri okkum øllum. Har kann henda nógv, tí rúmið er í einum. Ein kann stákast í køkinum, ímeðan onnur kunnu hugna sær í stovuni til ein film ella eitt hvørt. Eisini er møguligt hjá gentunum at gera síni skúlating í stovuni, tí í horninum í stovuni hava vit eisini eitt skrivaraborð.  Hetta rúmið samlar okkum, og tað ELSKI eg!

Tann størsti parturin av okkara húsið er innrættaður við møblum o.ø. frá Ikea. Men aðrar merkisvørur eru eisini at síggja runt í okkara heimið.

Eitt gott ráð til ein, ið skal annaðhvørt keypa ella umvæla eini hús ….. FLYT IKKI INN FYRR ENN LIÐUGT ER !!!

Áðrenn umvælingina (og ímeðan)

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í størri útgávu

Eftir umvælingina

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í størri útgávu

Deil Hesa Greinina

Áhugaverdar greinar