Tá nýtt og gamalt møtist

Tá nýtt og gamalt møtist

Skrivað: Emma Petersen

Í einari 87 fermetrar 3-rúms íbúð búgva Tordis Kristiansdóttir 41 ár og Jonhard Jógvansson 41 ár, og eiga tey synirnar Kristian 6 ár, Jógvan 3 ár og Kjartan 7 mánaðar. 

Tordis er lækni og er í løtuni í barnsburðarfarloyvi. Hon starvast vanliga á Ríkissjúkrahúsinum, har hon er undir serlæknaútbúgving innan krabbameinssjúkur.

Jonhard varð liðugur at lesa gudfrøði í summar, og gongur nú at Patoralseminariinum. Hetta verður hann liðugur við í desembur. Hann er farin undir at søkja starv sum prestur. Áðrenn lesnaðin hevur Jonhard lært til timburmann. 

Image

Um íbúðina – Tordis greiðir frá

Eg haldi, at eg fekk áhuga fyri innrætting í samband við at eg fekk mítt fyrsta gentukamar í 80’unum. Mær hevur altíð dámt væl at hugt í bløð um innrætting, og í seinastuni havi eg eisini fingið íblástur fráPinterest og facebook-bólkum um innrætting. Eg eri ikki aktiv á Instagram, men tað kemur kanska.

Ìbúðin er uml. 10 ár, men vit hava leigað her í hálvtannað ár. Her eru 2 kømur, gongd, stova køkur, baðiverilsi og ein altan. Síðani vit giftust í 2010, eru vit flutt 5 ferðir. Hetta kemst av arbeiðinum hjá Tordis. 

Vit hava eina blanding av gomlum og nýggjum innbúgvi, og eisini eina blanding av ymiskum stílartum, og eg vil tí kalla stílin fyri persónligan.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Eg skal tó ikki gera meg alt ov góða, tí so seint sum í síðstu viku keypti eg eina nýggja lampu og eina pútu.

Mær dámar væl endurnýtslu. Tað “nýggja” innbúgvi hevur eisini fylgt okkum í nógv ár nú. Tá vit fluttu inn í íbúðina valdu vit at fáa tað besta burtur úr tí innbúgvinum sum vit áttu frammanundan. Vit fluttu úr eini størri íbúð, og valgdu at selja okkara stóru sofu. Tað vit hava keypt síðani vit fluttu inn er serliga goymsluinnbúgv og so eisini eina etagusong. Eg skal tó ikki gera meg alt ov góða, tí so seint sum í síðstu viku keypti eg eina nýggja lampu og eina pútu.

Vit hava innbúgv frá t.d Bolia, Ikea, Søstrene Grene. Mær dámar væl seingjarkløðir og tilhoyr til barnakamari frá H&M home. Harafturat hava vit nógv endurnýtslu innbúgv. Eg eigi einki fínt stell, sjálvt um eg væl hevði tíma at átt tað, so er tað ikki nakað eg havi prioritera. Tað verður kanska einaferð tá dreingirnir eru blivnir størri.


Les víðar niðanfyri lýsingina
Image

Mær dámar væl at innrætta við litum. Mær dámar serliga væl grønar litir, men eg havi eisini innrætta við øðrum litum, og eg haldi at litríka teppi í stovuni samlar litirnar, soleiðis at tað ikki verður ov rótut. Tá innrættað verður við nógvum litum, skal ein ansa eftir, at tað ikki verður ov rótut. Ì lítla hjúnarkamarinum/pinkubarnakamarinum, havi eg valt at halda litirnar ljósar og dempaðar, soleiðis at kamarið kann kennast eitt sindur størri enn tað í veruleikanum er. Í barnakamarinum er innbúgvið serliga blátt, grátt, svart og hvítt, men leikurnar hava alskyns ælabogalitir og allar leikur og allir litir sleppa inn í barnakamarið. Kristian hevur júst havt 6 ára føðingardag, og aftur í ár stóð lego hægst á ynskilistanum. Tað næsta verður tí at seta eina nýggja hyll upp í barnakamarinum.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Skal vera pláss fyri øllum

Tað er umráðandi at tað er pláss fyri okkum øllum. Vit hava roynt at gjørt barnakamarið innbjóðandi, soleiðis at dreingirnir tíma at spæla har. Teir sleppa tó eisini at spæla við lego á stovuborðinum, men tað er umráðandi at tað verður ruddað uppa aftur, tí ella verður tað beinanvegin óruddiligt og als ikki hugnaligt. Tað er eg sum stendur fyri innrættinigini, men Jonhard fekk sítt kontórpláss og bókareol, sum hann ynskti. Tað er eisini hann, sum hevur staðið fyri keypinum av málninginum av krossfestingini, sum Jógvan Andreas á Brúnni hevur málað.

Image

Tá vit fluttu inn dámdu okkum best stovuna. Àðrenn Kjartan varð føddur fyri skjótt 8 mánaðum síðani, fór eg at innrætta barnakamarið og hjúnarkamarið/pinkubarnakamarið av nýggjum, og eg eri nú væl nøgd við kømrini. Okkara avbjóðing er serliga plásstrot og órudd, so vit royna alla tíðina at finna loysnir fyri at fáa pláss fyri øllum. Sjálvt hurðar og plássi aftanfyri hurðarnar verður brúkt.

Image Image Image Image Image

Eg eri glað fyri mínar bummullsgreinar, sum bara torna, uttan at blíva ljótar, og kunnu standa penar í fleiri ár.

Góð ráð frá Tordis:

Tá man býr til leigu sum vit, og ikki hevur so nógv pláss, er umráðandi at tú finnur góðar goymslu loysnir. At t.d. goyma órudd burtur í vøkrum kassum. Um ein manglar skápspláss í sovikamarinum ber til at seta skáp upp uppi yvir songini.

Um ein ikki hevur grønar fingrar, skal ein velja kaktusplantur ella aðrar plantur, sum ikki hava tørv á at vera vandaðar oftani. Eg eri glað fyri mínar bummullsgreinar, sum bara torna, uttan at blíva ljótar, og kunnu standa penar í fleiri ár.

Image Image Image Image Image Image Image

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert