Stigar í innrættingini

Mynd frá Irdi Mikkelsen

Stigar í innrættingini

Fyri meg er tað sera týdningarmikið, at heimi hjá mær avspeglar okkum sum búgva har. Tí er innrættingin heima hjá okkum rættiliga persónlig. Eg havi brúkt langa tíð uppá at finna teir røttu møblarnar, og vit prýða heimi hjá okkum við lutum, ið hava persónligt virði fyri okkum, heldur enn lutum, ið eru modernaðir beint nú.

Tí haldi eg eisini, at tað er stuttligt at finna uppá ymiskar innrættings loysnir sjálv og harvið seta persónligan dám á.

Vit eiga sera nógvar bøkur heima hjá okkum, og hesar skulu sjálvsagt hava eitt stað at vera. Eg brúkti langa tíð uppá at finna onkra lekkra bókareol sum riggaði til okkara stíl og ikki var ein, ið er í flestu heimum. Eg gav upp ! Fór so at hugsa, um tað ikki mundi verið onkur  lættur máti, har eg kundi gera mína egnu reol. Og við góðari hjálp frá Google, fann eg eina rúgvu av innbúgvi, ið er gjørt burturúr stigum. Hetta var akkurát tað! Eg fann tveir gamlar, slitnar træstigar í Den Blå Avis og 1, 2, 3 so hingu teir á vegginum í íbúðini hjá okkum.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Stigarnir hava praktisku funktiónina sum bókahill, meðan teir eisini eru flottir at hyggja at. Samstundis haldi eg, at teir eru við til at gera rúmið hugnaligt og persónligt.

Man kann brúka stigar til so nógv annað enn reolir. Her er til dømis ein stigi, ið er brúktur sum lampa og hill í einum. Her skal man kanska hava eitt sindur av plássi, men eg haldi hetta riggar sera væl og er ein stuttligur máti at brúka ein stiga uppá.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Ein meira funksjonellur máti, at nýta stiga, er hesin. Hann er upplagdur at hava á einum vesi, har ikki so nógv pláss er.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Prei:

Um tú manglar íblástur til t.d. alternativa innrætting er Pinterest eitt sera gott forum til slíkt.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert