Romantiskur og gamaldags stílur

Romantiskur og gamaldags stílur

Skrivað: Emma Petersen

Nøvn á búsitandi fólki: Hjørdis Jentoftsdóttir Thomsen, Thomas Berg Thomsen, Sigurð N. Thomsen, Kristvør N. Thomsen og Ró Thomasardóttir Thomsen.

Hjørdis greiðir frá:

Eg eri 23 ára gomul og eri úr Havn, og starvist til dagliga í Mylnuni í miðbýnum, sum leiðari. Maður mín Thomas er 41 ára gamal og er úr Skopun og starvast, sum stjóri á Vest Pack. Saman eiga vit dóttrina Ró, sum júst er blivin 3 ár. Thomas eigur eisini 2 onnur børn, sum eru 11 og 13 ár, tey eita Kristvør og Sigurð. Vit búgva í einum tvíhúsum frá 2005 í Havn, sum maður mín átti frammanundan, beint uppi yvir Boðanesheiminum við útsýni frá Skálafjørðinum suður til Sandoynna.

Eg havi altíð arbeitt í handli, síðan eg var heilt lítil. Omma og abbi mín høvdu handil í Húsavík, so har sat eg nógv, sum yngri og tað dámdi mær væl, síðani havi eg arbeitt í handli síðani eg var 13 ár, og byrjaði so í Mylnuni aftaná 9. Flokk og arbeiddi í eitt ár, og fór síðani í handilsskúla, men gavst skjótt aftur, og fór heldur at arbeiða aftur og tá helt eg á fram í Mylnuni og bleiv síðani leiðari stutt aftaná. Maður mín hevur arbeitt á Vest Pack í gott 19 ár.

Húsini eru nú 12 ára gomul, tó er nógv gjørt við tey síðani vit komu saman í 2012. Húsini blivu klødd í 2013 og tey flestu vindeyguni og hurðarnar blivu skift út við nýggj mahogni vindeygu og hurðar. Vit skiftu 2 vindeygu út í  stovuni, við eitt stórt vindeyga niður á gólv, fyri at kunna njóta útsýnið betri. Eisini settu vit 2 lítlar altanir upp, eina út frá køkinum og eina út frá kamarinum. Øll gólvini á miðhæddini og loftinum eru skift út til hvíttlakerað, ask, plankagólv og allar tær sløttu hurðarnar vórðu skiftar út við hurðar við profilum í, tað sama blivu teir sløttu gólvlistarnir skiftir út við listar við profili í. Húsini blivu væl bjálvaði og vindeyguni flutt út, so vit hava djúpar hvítmálaðar vindeygakarmar, sum vit eru sera glað fyri. Trappan var fura, so eg smurdi trinini við mahogni farvu og síðurnar málaði eg hvítar. Flísarnar á øllum vesunum og durinum vórðu skiftar út til beige farvaðar flísar 30×60. Køkurin var ljósur við strukturi í, hann havi eg koyrt hvíta foliu á, og á baki, sum vendir út móti spísiborðini, havi eg lagt beige farvaðar steinar/flísar á fyri at tað skuldi tola meir av, tá man situr ímóti vegginum. Vesi møblarnir eru skiftir út til gamlar skenkar, sum eg havi málað hvítar. 

Les víðari niðanfyri lýsingina

Íbúðin í kjallaranum bleiv innrættað í 2014, har pápi mín og ein arbeiðsfelagi gjørdu tað arbeiði. Har er eisini alt ljóst, uttan vindeygu, hurðar og borðplátur, sum eru mahogni, tó er kamarið hjá Sigurði innrætta við gráum og svørtum.

Miðhæddin hevur ein lítlan dur, síðani er ein gongd, lítið vesi, køkur og stova. Á loftinum er lítil gongd til eitt vesi, kamarið hjá Ró, Hjúnarkamar og gestakamar. Kjallarin hevur eitt trappurúm, vaskirúm, gongd, køk/stovu, vesi, kamarið hjá Sigurð, kamarið hjá Kristvør og eitt lítið fýrrúm.

Eg havi havt áhuga fyri innrætting alt tað eg kann minnast. Havi altíð gingið høgt upp í, at kamarið hevur verið pent, reint og ruddiligt og dámdi mær væl at hugna um í kamarinum og stuttligari bleiv tað, tá eg sjálv fór at arbeiða, og kundi keypa tað eg hevði hug til til kamarið.

Tá vit so komu saman og eg slapp at gera júst, sum eg vildi við húsini innan, var ótrúliga stuttligt og spennandi. Tað er balsam fyri sálina at sleppa at mála ymisk ting og seta saman og broyta, og eg verið ongantíð liðug, ikki tí at eg eri ónøgd, men tí eg elski at hugna mær við tí. Tað er so avstressandi at seta seg við seymimaskinuni ella penslinum, ella bara flyta onkran staka ella urtapott  

“Elski nipsting og gamlar møblar, sum eg kann mála hvítar. Havi eisini eina rúgvu av green gate, sum eg bara ikki kann fáa nokk av at brúka í innrættingini.”Hjørdis
Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Eg havi ein hvítan beige farvaðan romantiskan gamlan stíl, við nógvum nipstingum, og tað kann næstan ikki vera ov fult heima hjá okkum og elski tað fjálga í tí. Elski nipsting og gamlar møblar, sum eg kann mála hvítar. Havi eisini eina rúgvu av green gate, sum eg bara ikki kann fáa nokk av at brúka í innrættingini. Eg haldi, at stílurin sæst aftur í øllum rúmunum. Eg gangi høgt uppí, at øll rúmini eru gjøgnumførd, og haldi eg, at tað er ein reyður tráður ígjøgnum øll rúmini, har tað er ljóst og ymisk  gomul ting blanda við nógv nipsting og tað er júst tað, ið eg elski.

Øll rúmini eru ljós, tó eru onkur rúm málaði við eini ljósa grá/brúnari farvu fyri at gera tað meira fjálgt og onkrir veggir eru tapetseraðir við onkrum mynstri og arðir málaðir við kálkmáling. Annars er tað gjøgnumgangandi fyri øll rúmini at tey havi líka gólv, hurðar og listar og sløtt loft. Eg gangi ikki so høgt uppí merkivørur, tí sum sagt, so dámar mær væl at keypa gomul ting og so mála tey ella brúka tey, sum tey eru, men tó so eigi eg ymiskt kitchenAid í køkinum, sum eg eri ótrúliga glað fyri og hetta stendur eisini alt frammi, tí eg haldi at tey køksamboðini eru so pen. Eg elski alt mítt green gate og yvirhøvur stell. Elski at dekka pent upp til ein drekkamunn, tá onkur kemur forbí. Ringt at siga hvørji ting eg eri glaðast fyri, tí eri so glað fyri alt.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Eg havi innrættað tað soleiðis, at eg elski at vera í øllum rúmunum, tískil er tað so ringt at velja okkurt burturúr, sum okkum dámar best, men køkin og stovuna eri eg sera glað fyri, og havi eg eisini brúkt nógva tíð uppá at fingið tað hugnaligt, tí tað eru sjálvandi tey rúmini, sum vit eru mest í. 

Men tað nýggjasta, sum er gjørt í húsunum er vaskirúmið, og tað eri eg heilt ótrúliga glað fyri. Tað havi eg innrættað frá byrjan av og havi fingið tað júst, sum eg ynskti. Vit hava brúkt ljósar flísar og so hava vit bygt frystiskápini, vaskimaskinuna og turkitrumluna inn í við gassbetong og borðplátan er eisini gjørd við gassbetong og flísum. Eg havi strúkibretti og turkistativ á vegginum, so eg havi alt eg kann ynskja mær í einum vaskirúmið og tað er eisini deiligt, tí har fer nógv tíð. ☺

Mítt ráð til onnur er at gera tað, sum ein sjálvur heldur er pent, tí tá trúgvi eg at ein trívist best. Tað er altíð inspirerandi at koma inn til fólk og síggja hvat TEIRRA persónligi stílur er, og eg haldi, at allir stílar eru penir, so leingi, sum teir eru gjøgnumførdir. Tað hevði verið keðiligt um øll høvdu sama stíl.

Fleiri myndir úr hugnaliga heiminum

Deil Hesa Greinina

Áhugaverdar greinar