OKKARA heim – ikki tikið úr einum blaðið

OKKARA heim – ikki tikið úr einum blaðið

Skrivað: Emma Petersen

Í einum stórum Norðsetur húsum frá 2000, sum standa í Klaksvík, býr ein fitt lítil familja, sum telir 3.

Aksel A. Dalsgaard er 25 ár, útbúgvin húsasmiður, men arbeiðir sum alari á Bakkafrost, ímeðan Marta Heldarskarð er 21 ár og lesir til sjúkrarøktarfrøðing. Saman eiga tey sonin Sámuel A. Heldarskarð, sum er 1 ár.

Marta greiðir frá:

Vit keyptu húsini í November 2016, men upprunaliga eru tey bygd av Norðsetur og vórðu tey liðug í 2000. Síðani vit keyptu tey, hava vit bert mála loft, veggir listar og vindeygu.

Vit hava 2 inngongdir, har tann eina førir inn til vaskirúmið, sum vit eru ótrúliga glað fyri. Í vaskirúminum hava vit vaskimaskinu, turkitrumlu og flestu jakkar og skógvar inni, so tað ikki óruddar so illa í sjálvari gongini. Hin inngongdin førir inn til eina gongd, har trappurnar eisini eru, sum føra uppá loft.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Eisini hava vit 2 stovur, har tann á ovaru hæddini mestsum bert verður brúkt onkrar løtur hjá mær at gera skúlating í.

Køkurin og stovan, sum eru á niðara hæddini er eitt stórt rúm fyri okkum og kemur tað sjálvdan fyri, at hurðarnar eru aftur ímillum rúmini. Ta stovuna eigur Sámuel ein stóran part av, av tí at hann hevur tað mesta av sínum lekum har og eitt stórt tipi-telt at hugna sær í. Umframt tað, eru stovan og køkurin innrættað sum hjá flestu fólkum.

Á ovara hæddini eru so 4 kømur, har 2 av teimum ikki eru innrættaði. Eitt fer at gerast til eitt gestakamar, har hitt er ætlanin at gera til eitt walk-in-closet, sum eg síggi alvorliga nógv fram til verður liðugt. Vit 3 deilast so um hjúnarrúmið, og kamarið hjá Sámuel verður í løtuni bert brúkt til hjá honum at spæla inni í til tíðir.

Eg havi meir ella minni altíð havt áhuga fyri innrætting, men vit hava ikki valt at innrætta eftir nøkrum ávísum stíli. Vit hava heldur valt at innrætta alt eftir, hvat okkum dámar og hvat tað er, sum fær okkum at føla, at okkara heim er OKKARA heim, og at tað ikki bara er tikið beint úr onkrum blaði. Eg havi heldur ikki lagt meg eftir ávísum merkivørum, men hava vit keypt bæði møblar, búnýti og onnur ting alla møguliga staðni frá.

 Áðrenn vit keyptu húsini leigaðu vit eina íbúð og tá vildu vit helst ikki brúka alt ov nógvan pening uppá nakað, sum bara var fyribils. Nú tá vit hava keypt hús, kann eg enduliga gera mínar dreymar um til veruleika. Vit hava ikki búð her so leingi enn, so vit hava enn nógv, sum manglar at gerast og hava vit nógvar villar ætlanir. Av tí at tað krevur nógvar tíð, orku og pening, so verða projektini gjørd í smáum so við og við.

Í roynd og veru havi eg ongantíð orduliga hugsa um, hvat MÍN stílur er. Stílurin er nokkso blandaður, har stovan og køkurin eru farvuleys, ímeðan stovan í ovaru hæddini hevur eitt stórt heimskort, sum inniheldur nógvar litir. Hvítt, svart, grátt og træ ganga tó aftur í næstan øllum rúmunum og eru tað litir, sum ongantíð fara av móta.

Ting, sum hava eina persónliga søgu aftanfyri seg fara nokk altíð at vera tey bestu tingini við einum heimi. Dømi, er fyrsta tekningin, sum Sámuel hevur teknað, eitt ting sum vit eru sera glað fyri. Hana rammaðu vit inn og hongur hon uppi.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Kamarið hjá Sámuel er tað rúmið, sum eg eri glaðar fyri. Hann var bert 3 mánaðar, tá vit fluttu inn í húsini og var hansara kamar tað fyrsta rúmið, ið varð gjørt, tí eg hevði leingi gingið og droymt um, at sloppið at innrættað eitt barnakamar. Hóast kamarið ikki er tikið í brúk enn, so eri eg sera glað fyri úrslitið higartil. Tað stuttliga er eisini, at Sámuel er líka imponeraður hvørja ferð vit fara inn í kamarið og dámar honum best seingina, sum er meir sum ein hola fyri hann í løtuni.

Tað, at sonurin fær verið eitt barn í hvørjum einstaka rúmi, er tað sum er mest umráðandi fyri okkum. plantur og annað, ið kann brotna verður tískil ikki sett niður á ta hæddini, har hann røkkur til. Eitt annað, sum eisini er umráðandi fyri okkum er, at Sámuel fær havt síni ting í teimum rúmunum, sum vit eru í, so at rúmini ikki verða so modernaði, at tað ikki er pláss fyri honum í gerandisdegnum. Í køkinum og stovuni halda vit til meginpartin av degnum og har eru vit mest saman sum familja. Tað kann vera við døgurðaborðið, á sofuni, ella á gólvinum saman við øllum leikunum, sum Sámuel spælir við.

Góð ráð at hava huga, tá ein skal innrætta

Your home should tell the story of who you are, and be a collection of what you love – brought together under one roof

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert