LINTEX glastalvur

Lintex glastalvur

Hevur tú hoyrt um vørumerkið, ið kallast Lintex? Hetta er vøra, ið Nema umboðar. Lintex bjóðar magnet glastalvur, í ymiskum sniðum og litum. 

Talvurnar verða serliga nýttar á kontórum, skúlum og almennum stovnum, men kunnu meira enn so, eisini nýtast heima við hús, eitt nú í heimakontóri, køki og barnakamari. Glastalvan er sera prýðislig, og til ber at velja ímillum 24 ymiskir litir. Talvan fæst í ymiskum sniðum, og til ber at kombinera talvurnar á ymiskar hættir, fyri eina flotta dekorativa útsjónd. 

Frá 03/04 – 27/4 fer Nema at hava eitt átak, um júst hesa vøru. Í hesum sambandi, verður møguleiki at ogna sær hesar talvur við 20% í avsláttri.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Flow Wall

Mood Flow er ein magnetisk talva, har til ber at skrivað á. Talvan er úr glasi, og hevur rund horn. Talvan er einkul og stílrein, og hevur eina milda útsjónd at líta á, og er samstundis funktionel.

Hon kann nýtast til eitthvørt høvi, millum annað í kontóri, fundarhøli, til undirvísing og eisini heima við hús.

Mood Flow sær ikki út sum talvur flest, hon hevur eitt meira frískt og nýmótans snið. Møguleiki er fyri, at gera eitt dekorativt umráði við talvunum. Hon sær nevnliga sera prýðisliga út, og gevur hetta karakter til eitthvørt rúm. 

Tú kanst seta talvurnar saman eftur ynski og tørvi. Talvan kann tískil nýtast einsamøll, eins og hon kann kombinerast, og setast saman við øðrum støddum og litum í ymiskum sniðum. Til ber at blandað farvurnar, og velja júst teir litir, ið passa best til tín. 

Mood Flow talvan hevur 24 standard litir at velja ímillum, og 7 ymiskar støddir.

Mood Flow talvan hevur 24 standard litir at velja ímillum, og 7 ymiskar støddir.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Mood Wall

Mood er ein magnetisk skrivitalva úr glasi. Mood talvan hevur eitt fýrakanta snið, og er meira einkul og stílrein. 

Mood fæst í 9 ymiskum kvadratiskum, og rætthyrntum mátum. Henda talva er eisini at fáa í 24 ymiskum standard litum. Talvan kann nýtast einsamøll, men møguleiki er eisini fyri at kombinera fleiri talvur, og blanda saman við øðrum støddum og litum. Harafturat, er møguleiki fyri, at fáa talvuna produceraða eftur egnum farvu ynski.

Felags fyri hesar talvur er, at ein má ikki nýta sápu, til reingerð av talvunum. Best er at nýta vatn og ein microfiburklút.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Tilhoyri

Tilhoyri til hesar talvur er sera prýðisligt. Ein kann velja, at keypa ein  byrjanarpakka til talvurnar, og velja ímillum trý sløg av magnetum. Talan er um magnet úr birktræi, myrkum kork og ljósum kork.

Hetta byrjanar setti inniheldur 4 pennar, 6 magnet, eina sprayfløsku til vatn, talvuviskara, 3 filtpútir, 1 microfiburklút og 4 magnetiskir pennhaldara. 

Byrjanar pakkin fæst eisini við øðrum slagi av magneti. Her er talan um svart magnet, ið er sera tíðarleyst og hóskar til øll endamál. Til henda byrjanarpakkan fáast 4 pennar, 4 pennhaldara, 1 talvuviskari, 5 filtpútir, 5 magnet, 1 spraydunkur til vatn og 1 microfibur klútur.

Møguleiki er eisini fyri, at keypa tríggjar ymiskar boksir, hvar man kann goyma tilhoyri í, tá talvan ikki er í brúk. Hesar boksir fáast eisini í øllum litum.

GG: Whiteboard pennar kunnu ikki nýtast til hesar glastalvur.

Vilt tú vita meira um hesa vøru, kanst tú ringja ella støkka inn á gólvið hjá nema, ella vitja heimasíðuna hjá lintex –>  www.lintex.as fyri meira íblástur.

Deil Hesa Greinina

Skrivað hevur:

Navn: Birita Sjúrðaberg

Stutt um meg: Eg eri 25 ára gomul og búsitandi í Klaksvík saman við sjeikinum og 4 ára gamla soninum. Til dagligt starvist eg á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. So langt eg kann minnast, havi eg havt áhugað fyri innrætting og ymiskum kreativum. Framyvir fari eg at skriva greinar/bloggar fyri Husogheim.fo. 

Instagrambiritasjurdaberg

Annað áhugavert