Hugtakandi og nostalgiskt heim í Jútlandi

Hugtakandi og nostalgiskt heim í Jútlandi

Í 2017 vóru vit á familjuvitjan hjá føroysku Alfridu Petersen, ættað úr Kollafirði, og danska manni hennara Henrik. Tey búgva á Kræmmergaard, á Jútlandi, saman við soninum Emil.

Næstan alt í teimum hugnaligu nýgjørdu húsunum, upprunaliga frá 1876, eru gamlir møblar og prýðislutir, ið Alfrida gjøgnum árini hevur funnið á loppumarknaði.

Hvør lutur hevur sína søgu, og er tað sera hugtakandi, tá ein stígur innum durakarmin. Ein friðaligur og nostalgiskur andi setir dám á heimið.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Baðirúmið í hjúnakamarinum hjá Alfridu og Henrik

Øðrvísi baðikarið - Henrik hevur sjálvur lagt hvønn stein, ein fyri og annan eftir.

Bæði Henrik og Emil, dáma væl at verða úti í náttúruni og at veiða, og sæst hetta eisini í innrættingini.

Ein blanding av gomlum tingum, mannikeng dukkum og útstappaðum djórum, gevur húsinum persónligheit og ger húsið sera hugtakandi.

Eftir vit høvdu fingið okkum ein kaffimunn, úr “loppukoppum,” blivu vit enn einaferð tikin av bóli, av hugtakandi tilbúninginum – veiðustovuni (jagtstuen, sum tey kalla tað), har vit skuldu eta døgurða. Tað kendist sum var ein komin aftur í tíð, tá eingin streymur var, og føði fekst av at veiða.

Long borð og nógv kertuljós hugnaðu um, og tann stóri gamli brenniovnurin hitaði alt rúmið.

Alt í veiðustovuni er gjørt úr endurnýtslutilfarið og innrættingin er einans burtur úr endurnýtslu, ið onnur hava koyrt í skrell og lopputingum.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Runt allastaðni í veiðustovuni stóðu karaflur, skálir og aðrir prýðislutir, alt sum Alfrida hevur samlað. Ljósakrúnur, stórar kistur og skøltar (djóra-trofæ/opsats) settu ein serligan dám á hølið.

Í eina løtu kendist andin so veruligur, at ein droymdi seg aftur í forna tíð, tá lívið, á ein ella annan hátt var sindur meira einkult, uttan res,  ipad, telefonir, smart-tv, curling foreldur og tíðarætlanir.

Innrættingin og val av lutum eru fyri tað mesta komin av rammunum í húsinum. 

Tíðin, ið er brúkt uppá at seta í stand hevur verið long – 20 ár – og tað ger, at ein hevur tíð til at finna akkurát tað, ið hóskar til stílin. Hetta er ein verkætlan, ið ongan enda hevur, sigur Alfrida. 

Eisini uttanfyri bar urtagarðurin dám av loppulutum.

Heili 13.000 m² hoyra til húsið, og var tað ein dreymur at standa á hugnaliga útigólvinum og síggja yvir á eitt risastórt øki við ymiskum runnum og høgum trøum.

Skrivað hevur:

Elisabeth Petersen

Elisabeth er 36 ára gomul og er búsitandi í Kollafirði saman við makanum, Dan, og børnunum hjá sær, Aron (10 ár) og Drós (4 ár). Elisabeth er útbúgvin skrivstovukvinna, kosmetolog, makeup artist og boligstylist við Neo Feng Shui sum sergrein. Hon starvast til dagligt á Tinglýsingini og Landsfólkayvirlitinum sum skrivstovufulltrúi.


Elisabeth fer framyvir at blogga og skriva greinar fyri Hús og Heim.

Deil Hesa Greinina