Heimskort í heiminum

Heimskort í heiminum

Skrivað: Rakul Dalsgaard-Jakobsen

Fyri meg er plássið frammanfyri heimskortinum, eitt stað har eg droymi meg burtur til onnur lond, og eg kann brúka langa tíð frammanfyri kortinum meðan eg leggi mína næstu ferð til rættis.

Okkara heimskort er ikki bert ein plakat ið skal prýða ein vegg. Vit hava sett okkara persónliga dám á og sett knappanálir á tey lond vit hava vitja, so kortið er ikki bert eitt kort yvir heimin, men ein minnislututr fyri okkum, soleiðis at vit kunnu minnast aftur á allar okkara ferðir, saman og hvør sær. 

Les víðari niðanfyri lýsingina

Ymiskir mátar at brúka í innrættingini

Eg haldi, at heimskort rigga sera væl og tað eru nógvir ymiskir mátar at brúka heimskortið í innrættingini. Til dømis ber til at  mála ella tapetsera heimskortið á veggin. Her nýtist man ikki at halda seg aftur, kreativiteturin hevur fríðar teymar.

Er hetta ov møtimikið, ber eisini til at keypa wallstickers, ið eru klisturmerkið serliga roknaði til at seta á veggin og tískil klistra tey nóg væl, at tey vera sitandi. 

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Tað ber eisini til at seta sín egna dám á hvussu man ynskir at heimskortið skal síggja út. Ein máti at gera tað, er við at klippa kortið sundur og seta tað saman aftur.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Heimskort í barnakamarinum

Heima hjá okkum hava vit nógvan útlongsul og hava altíð eina planlagda ferð í kalendaranum. Eg vil at sonur okkara skal hava sama forvitni og ferðahug sum vit, og tískil skal hann sjálvsagt hava eitt heimskort í kamarinum. Eg havi sæð eina rúgvu av barnavinarligum heimskortum, og havi serliga forelskað meg í hesum, ið eisini hevur ymisk djór, ið eru eyðkend fyri tey ymisku londini.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert