Góð ráð til góðan svøvn

Góð ráð til góðan svøvn

“Koffein kann gera tað, at tú ikki hevur lætt við at sovna. Tað tekur 3-7 tímar at niðurbróta umleið helvtina av koffein, ið tú hevur drukkið. Drekk kaffi fyrr uppá dagin.”

“Reglulig venjing kann gera, at tú svevur betur.”

“Sløkk fartelefonina, teldu og sjónvarp nakað áðrenn songartíð”

Sovikamarið er týdningarmiklasta rúmið í øllum húsinum, tí tað er her vit nýta 1/3 av døgninum. Sjálvt um okkara eygu eru afturlatin stórsta partin av hesari tíðini, so er valið av song sera týðandi, tí góður svøvnur er sera umráðandi at fáa. Nú kom so tíðin, at vit skulu keypa eina nýggja song. Vit stóðu í einari kendari tvístøðu, um vit skuldu fara “all in” og keypa eina mega góða song, ella um vit bert skuldu keypa eina “okeysong”, tí hongur kvalitetur og betur svøvnur saman? Hesin spuringurin hugsaðu vit sera nógv um, men eg haldi, at svøvnurin er eitt tað týdniklamiklasta, sum er, tí um vit sova betur, so liva vit eisini betur. Vit valdu tí at fara “all in” og keypa eina góða kvalitets song frá IDEmøblum.
Les víðari niðanfyri lýsingina

Tað er nú umleið 5 vikur síðani vit keyptu okkara nýggu B 180 X L 200 cm. Nocturne song. Hon hevði kostað 40.496 kr. (uttan høvdalag) og hon var uppá tilboð -48% fyri bert 20.998 kr. Tá man brúkar “helvtina av lívinum í seingini” meti eg, at tað er vert at invistera í einari góðari song, tí kvalitetur og betur svøvnur kann eg nú svara uppá hanga saman.

Seinastu 4 árini hava vit sovið í einari song, sum var frá Jysk og var bert B 140 X L 200 cm. og hevði ikki elevatión. Tað er nakað heilt annað nú sova í eini song, ið er B 180 X L 200 cm. og hevur elevatión hesar 20 cm eyka er fantastiska deiligt at hava og um nøkur framtíðarbørn koma ein dag er tað sera praktist eisini at hava størri song.

Eg kann erligt siga, at eg eri hørm um, at vit í so mong ár ikki hava hugsað meira um at invistera í einari góðari kvalitets song, tí nú merkja vit munin hvørja nátt. T.d við at brúka elevatiónina, so fáa vit betur blóðrensl við at lyfta beinini nakrar centemetar upp, tá vit sova. Vit merkja eisini stóran mun á madrassuni, sum veruliga er kvalitetur.

Songin er eisini so smart, at tað ber til at fáa eina app á sína snildfon, sum ein kann regulera songina við umframt at hyggja, hvussu nógvir tímar ein hevur sovið. Nocturne songin hevur eisini 2 ára garanti við møguligt brek á tilfar. Harumframt er 15 ára garanti á fjaðra og rammubrot og 5 ára garanti á motor og fjarstýringina.
Vit vilja tí viðmæla hetta tilboð frá IDEmøblum, sum sæðst niðanfyri

Les víðari niðanfyri lýsingina

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert