Gjøgnumførdur norðurlendskur stílur

Gjøgnumførdur norðurlendskur stílur

Nógvir íblástrarbólkar innan innrætting eru á Facebook, m.a. føroyskir, norskir og danskir, og eru tað sera nógv, sum eru í fleiri av hesum ymisku bólkunum. Tá sæst, at norðurlendski stílurin gongur ofta aftur og vit hava sera nógv til felags við hini norðurlondini. Ein leggur eisini til merkis, at tað eru ymiskir litir, sum ganga aftur, t.d. eru tað serliga hesir litirnir svart, hvítt og grátt, ið ganga aftur – og gjarna eisini kálkmáling á veggunum. 

Eitt av hesum heimunum við tí norðurlendska stílinum, er heimið hjá Didde Marie Finmand. Vit hava fingið loyvið at deila myndirnar av vakra og gjøgnumførda heiminum hjá Didde, sum býr í Suðurjútlandi saman við soninum William uppá 3 ár. Hennara íbúð er uml. 100 fermetrar umframt eina hems uppá 30 fermetrar.

Til dagligt starvast hon sum handilsleiðari. Hon dámar sera væl at fáast við innrætting, og kallar hon tað sjálv, fyri sítt ítriv.

Tað ber til at fylgja Didde á Instagram, har hon kallar seg Lilled91.

Køkurin

Les víðari niðanfyri lýsingina

Stovan

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Baði- og vaskirúmið

Les víðari niðanfyri lýsingina

Hjúnakamarið

Barnakamarið

Deil Hesa Greinina

Skrivað hevur: Fríða Jeanne Petersen

Eitt sindur um Fríðu: Hon er 32 ára gomul, mamma til 4 børn í aldrum frá 1 til 9 ár – 3 dreingir og 1 gentu – sum hon eigur saman við manni sínum Esmar.

Fríða er útbúgvin skrivstovukvinna, boligstylist og Neo Feng Shui innrættingarráðgevi.

Hon er heima við 1 ára gomlu dóttrini og 3 ára gamla soninum, umframt at hon er sjálvstøðug vinnurekandi.

Fríða er ein av 4 eigarunum av Husogheim.fo og Brudleyp.fo.  

Instagram: @fridajeannepetersen og @husogheim.fo