Vetrargrønir runnar – Gartnarin svarar

Vetrargrønir runnar – Gartnarin svarar

Spurningur frá lesara:

Vit hava júst bygt hús og vilja nú planta okkum runnar/hekk, og í tí sambandi er mín spurningur hesin:

  1. Er nakar runnur/hekkur, sum er grønur alt árið?
  2. Nær hann skal setast niður? Og hvussu skal farast fram?
Les víðari niðanfyri lýsingina

Svar frá gartnaranum:

Hey tit, og takk fyri spurningin.

Ja, nógv av okkum eru áhugaði ið onkrum vøkstri, ið sær út av nøkrum alt árið. Tað eru nakrir runnar í Føroyum ið trívast væl, ið eisini eru grønir alt árið. Millum annað kunnu vit takað Olearia, eisini nevnd tann Føroyska buksbom. Hon veksur væl, er sera grøn og ótrúliga sterk ímóti vindi. Tað ið nógv koma út fyri, er at grasið køvir plantuna, áðrenn plantan blívur so mikið stór at hon klárar seg.

At planta er gott um summarið, og um heystið, um runnurin er í einum potti. Tí so klárar plantan at festa seg so mikið við rótini áðrenn veturin.

Klipping skal fara fram beinaveg sum runnurin byrjar at skapa seg. Um ein ynskir girðingina tætta sum gjørligt, riggar væl at klippa pyramidu forma, soleiðis at tað er breiðast í neðgra, og tættari ovast, soleiðis at ljósi sleppur sum best til allan runnin.

Vinarligar heilsanir

Haraldur & Marjun

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan
Les víðari niðanfyri lýsingina

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert