Fíggjarætlan til húsabygging – rokniark og veruligt dømi

Fíggjarætlan til húsabygging – Rokniark og dømi frá veruleikanum

Áðrenn tit byrja at byggja, er tað altíð eitt gott hugskot at gera eitt yvirlit yvir allar útreiðslurnar, so tit kunnu síggja, hvussu nógv tykkara húsabygging kemur at kosta tilsamans, hvar tit møguliga verða noydd ella hava hug at spara ella raðfesta lægri, og hvat tit hava hug at raðfesta hægri.

Tíðin, tá ein persónur ella eitt par hevur avgjørt at byggja hús, er sera spennadi og ofta eisini lærurík, og tað fylgja ofta nógvar avbjóðingar við. Tað er ikki uttan orsøk, at tað ofta verður sagt, at um ein veruliga vil royna, hvat parlagið tolir, skal hetta til: Ein túrur í IKEA saman og/ella ein húsabygging. 😉 

Les víðari niðanfyri lýsingina

Tað er sera ofta, at fólk verða bilsin av, hvussu skjótt allar tær smáu útreiðslurnar kunnu blíva stórar tilsamans. Vit hava tí gjørt ein lista, ið kann geva tykkum eina góða hóming av, hvørjir postar ofta eru í eini húsabygging.

Í rokniarkinum (sí niðast) hava vit gjørt klárt til, at tit seta tykkara egnu tøl inn, umframt, at tit sjálvandi kunnu broyta í nøvnunum á útreiðslunum, um okkurt ikki passar í júst tykkara føri, og tit kunnu leggja tað afturat, sum tit hava tørv á. 

Góða eydnu og góðan byggihug. 🙂

Les víðari niðanfyri lýsingina

Dømi frá veruleikanum (bygt í 2015)

Minst til, at eingin húsabygging er líka, og sostatt heldur eingin fíggjarætlan líka. Tað er nógv, sum spælir inn og hevur ávirkan á samlaða kostnaðin, sum t.d. um tit velja at gera ymiskt sjálvi ella betala tykkum frá tí. Tað er alt eftir, hvussu tit velja at raðfesta, og hvørjar møguleikar tit hava.

Niðast hava vit eitt dømi frá eini húsabygging í Føroyum (frá 2015). Hetta dømi er útfrá einum timburhúsum í 2 fullum hæddum, har hvør hædd er uml. 115 fermetrar. Bert ein heilt lítil partur er stoyptur (tí tað er undir jørð). Fleiri dømi leggjast afturat so við og við. Tit eru eisini vælkomin at senda tykkara veruliga dømi inn – verður lagt út dulnevnt, um ynskist. 

Legg til merkis:

  • Kostnaður fyri grundstykkið er IKKI við í hesum døminum.
  • Tað sæst bert á teldu, hvat tey gjørdu sjálvi ella betaldu øðrum at gera (standa krossar við) – hetta riggar tíverri  ikki at síggja á tlf. ella ipad

Hús og Heim ynskir tykkum góðan roknihug, fyrireikingarhug. 🙂

Fíggjarætlan – Húsabygging frá 2015
HeitiKostnaður VIÐ MVGGjalda onnur at gera taðVit gera sjálvi, spara arbeiðsløn
Útgraving og planering kr.                        70.000,00xx
Lastbilakoyring o.t. kr.                        20.000,00x 
Tilfar til planering kr.                        90.000,00x 
Jarðhiti kr.                      150.000,00x 
Serfrøðingaráðgeving t.d. isolering og tættleika kr.                        13.000,00x 
Kloakk  kr.                        12.187,50
Sokkulfylla kr.                        10.937,50
Betong kr.                        85.000,00xx (ein part sjálvi) 
Inniloking við tekju (íroknað mynduleikatekningar) kr.                      430.412,50x 
Vindeygu kr.                      148.750,00x 
Úthurðar/altanhurðar kr.                        30.000,00x 
Brandhurð til hjall kr.                          5.000,00x 
Innrætting (tilfar til veggir o.t.) kr.                      379.987,50x 
Innhurðar kr.                        42.625,00x 
Gólv – trægólv (uttan løn, leggja sjálvi) kr.                        40.000,00 x
Gólv – Flísar 7 m2 (tilfar + løn) kr.                        10.000,00x 
Gólv – sveisivinyl 20 m2 (tilfar + løn) kr.                        67.500,00x 
Sanitet og vatn (tilfar + løn) kr.                        52.250,00x 
Gólvhiti (uttan løn, leggja sjálvi) kr.                        71.250,00 x
Ventilatión (tilfar + løn, gera ein part sjálvi) kr.                        78.125,00xx
EL-arbeiði (tilfar + løn) kr.                      118.750,00x 
Málaraarbeiði (tilfar til spartling + løn) kr.                        23.306,25x 
Krossbjálving kr.                        23.437,50xx
Útitrappa kr.                        35.000,00x 
Innitrappa kr.                        31.250,00x 
Tapetsering og máling (tilfar, gera sjálvi arbeiði) kr.                        20.000,00 x
Íbinding til SEV kr.                        16.287,00x 
Køkur, IKEA (uttan hvítvørur) kr.                        30.900,00xx
Hvítvørur kr.                        45.000,00x 
Grovkøkur/vaskirúm, IKEA kr.                        20.900,00xx
WC-møblar, 2 sett, IKEA kr.                        12.000,00x 
Innrætting (møblar og tilhoyr) kr.                      100.000,00x 
Reinsiverk (Septangi) kr.                          8.625,00xx
Rør o.t. kr.                          5.000,00xx
Alt tilsamans VIÐ MVG: kr. 2.297.481,25  

Les víðari niðanfyri lýsingina

Trýst á lummaroknaran fyri at taka rokniarkið niður og seta tykkara egnu tøl inn

P.S. Sigið okkum endiliga frá, um okkurt manglar á listanum ella kundi verið betri ella øðrvísi. Vit ynskja eisini fegin at hoyra frá tykkum (trýst her), um tit hava havt gleði av hesum rokniarkinum.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert