Eini umvæld hugnalig hús frá 1905

Eini umvæld hugnalig hús frá 1905

Skrivað: Emma Petersen

Í einum hugnaligum heimi í Fuglafirði búgva Rógvi Mohr, Arnleyg í Lon Mohr og saman eiga tey 5 ára gamla Niclas og 1 ára gomlu Honnu. Rógvi er útlærdur timburmaður, men starvast í løtuni sum bilmekanikari á Bilverkstaðnum á Kambsdali, ímeðan Arnleyg er námsfrøðingur og starvast sum námsfrøðiligur stuðul í Fuglafjarða skúla. Arnleyg sigur seg altíð hava dámt væl innrætta og sjálvt tá hon búði heima, var tað umráðandi fyri hana, at kamarið var rudduligt, pent og hugnaligt.

Image

Um húsini:

Húsini eru upprunaliga frá 1905 og keypti Rógvi tey í 2000/2001 og leigaði tey út tey fyrst árini, áðrenn hann og Arnleyg so fluttu inn í 2007. Sum vit síggja á myndini omanfyri, so vóru húsini ljóst klødd við aluminiumsklædningi og niðanfyri síggja vit so, at húsini eru vorðin klødd við svørtum timburklædningi. Ein sonn broyting!

Image
Les víðari niðanfyri lýsingina

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Arnleyg greiðir frá:

Rógvi, maðurin, hevur sjálvur gjørt húsini í stand, har okkurt uppiá loftinum longu var gjørt tá hann keypti tey. Vit hava gjørt alt nýtt, men tí hava vit valt at varðveitt bjálkarnir í miðhæddini. Vit klæddu húsini síðsta summar, har húsini sum áður nevnt vóru ljóst aluminumsklædd og nú við svørtum timbri. Áðrenn vóru vindeyguni grøn og høvdu grønar sprossar í, ímeðan tey í dag hava hvít vindeygu og hvítar sprossar, sum maðurin sjálvur hevur gjørt. 

Húsini eru í trimum hæddum, men bert loftið og miðhæddin eru innrættaði, og kjallarin verður gjørdur komandi summar.

Uppiá loftinum eru 3 kømur og 1 lítið vesi við einari kummu og einum vaski. í miðhæddini eru so gongd, vesi og køkur/stova í einum. 

Uppiá loft á eina kvistinum er hjúnakamarið, á hinum er kamarið hjá dóttrini og í eina endanum er tað hjá soninum. Eg eri sera glað fyri, at vit hava loft heilt upp í tróðurin, men tað er sjálvandi at avbjóðing at hava skráveggir, men tað gongur. Vesið er ógvuliga lítið, men hóast tað so er tað orduliga deiligt, at tað er har, helst tá man hevur børn. 

Les víðari niðanfyri lýsingina

“Eisini dámar mær væl at hava okkurt frammi sum børnini hava gjørt. Haldi at tað ger tað so heimligt og hugnaligt.”Arnleyg

Trappurnar koma niður í gongina, har tú kemur inn í køkin og so víðari í stovuna. Eisini er eitt vesi út frá gongini. 
Besta rúmið fyri okkum er køkurin og stovan. Eitt tað besta við køkinum er, at vit hava fingið terassuhurð í, so vit sleppa út aftanfyri húsini. Enn er sjálv terassan ikki gjørd, men hurðin verður nógv brúkt, bøði av børnunum og okkum. Brenniovnin vildu vit heldur ikki verið fyriuttan, so hann er nokk tað besta tingið í stovuni.
Vit hava ein ógvuliga avslappandi stíl, har bæði nýtt og gamalt er blandað saman, men av tí at húsini og rúmini eru so lítið, so halda vit, at tað egnar seg best at hava tað so ljóst sum møguligt og sæðst tað aftur í øllum húsinum.

Image
Eg eri ikki til øll hesi dýru merkini. Eigi tó okkurt Kähler, men tað havi eg fingið í gávu. Ikki tí at eg ikki unni mær tað, eg haldi bara at nógv annað er líka pent og so er man heldur ikki so sartur um okkurt brotnar. Helst tá man hevur ein lítlan fittan pilkifingur. Annars so hava vit nógv frá Ikea og Skemmuni. Eisini dámar mær væl at hava okkurt frammi sum børnini hava gjørt. Haldi at tað ger tað so heimligt og hugnaligt.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert