Byrjað summarið við at rudda upp og út

Byrjað summarið við at rudda upp og út

– eftir Neo Feng Shui ráðum

Vetrarnir í Føroyum kunnu ofta tykjast sera drúgvir við nógvum regni og vindi. Vit kunnu tí gleðast eyka nógv um, at nú er summarið byrjað. Dagarnir gerast ljósari, og vit kunnu aftur njóta teir vøkru vár-/summarlitirnir í náttúruni, hoyra fuglasang og fáa meira orku, sum summarið hevur við sær. Brúka nýggju orkuna, ið summarið hevur við sær, við at rudda upp og út – inni og úti. 

Les víðari niðanfyri lýsingina

Hví er órudd ein trupulleiki?
Tí tað er orkubinding ímillum teg og tínar lutir – teir kunnu antin geva tær orku ella drena teg fyri orku.

Hvussu kann órudd t.d. ávirka teg?
• Órudd kann gera teg troytta/n
• Órudd kann gera teg óróliga/n
• Órudd kann gera teg tunglynta/n
• Órudd merkir meira reingerð
• Órudd kann doyva lívsgleðina

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Hvat er órudd?
• Lutir, sum tú ikki brúkar ella dámar
• Lutir, sum órudda/eru óskipaðir
• Ov nógvir lutir á ov lítlum plássi
• Alt, sum ikki er liðugt ella er brotið

Brúka tí ta nýggju orkuna, ið summarið hevur við sær, við at rudda upp og út.

Góðan ruddihug og gott summar. 🙂 

Les víðari niðanfyri lýsingina

Skrivað hevur: Fríða Jeanne Petersen

Eitt sindur um Fríðu: Hon er 32 ára gomul, mamma til 4 børn í aldrum frá 1 til 9 ár – 3 dreingir og 1 gentu – sum hon eigur saman við manni sínum Esmar.

Fríða er útbúgvin skrivstovukvinna, boligstylist og Neo Feng Shui innrættingarráðgevi.

Hon er heima við 1 ára gomlu dóttrini og 3 ára gamla soninum, umframt at hon er sjálvstøðug vinnurekandi.

Fríða er ein av 4 eigarunum av Husogheim.fo og Brudleyp.fo.  

Instagram: @fridajeannepetersen

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert