Bústaðartrupulleikin í Føroyum

Bústaðar trupulleikin í Føroyum

Lei.fo er ein nýggj heimasíðu, ið sameinir útleigara og leigara. Á Lei.fo kanst tú ókeypis og ómakaleyst seta tína ogn til leigu. Samstundis kanst tú finna ognir til leigu úr øllum Føroyum. Gjørligt er eisini at útleiga og leiga alt annað, so sum akfør, bátar, lutir av ymiskum slag osv.

Bústaðartrot er ein tann størsta avbjóðingin í Føroyum. Hóast hús standa hálvtóm, eru tað fleiri uttan tak yvir høvdið.

Win-win avtalan!

Hevur tú ein kjallara, eini hús ella líknandi sum ikki verður brúkt? So kanst tú vera við til at veita fleiri føroyingum hús og heim, samstundis sum tú sjálv/ur fært nógv burturúr.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Hjálp til útleigan?

Tað er umráðandi at finna ein leigara, sum hóskar til tín. Í vikuni útkom ein nútímans leiguportalur við heitinum Lei.fo, sum hjálpir tær við at útleiga. Her kanst tú finna alt viðvíkjandi útleigan, leigusáttmálum og øðrum. Á Lei.fo fært tú eisini bestu fortreytir fyri at finna best hóskandi leigaran.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Airbnb ella langtíðarleiga?

Airbnb hevur vunnið nógv uppá seg seinastu árini og er ein framúr góður miðil til útleigan í styttri tíðarskeið (dagar til vikur).
Útleigar tú í longri tíðarskeið (> 3 mðr.), altso útleigan við leigusáttmala, eru fleiri fyrimunir. Millum annað er stórur skattafrádráttur av leiguinntøkuni og einki dagligt stríð t.d. sum rudding og vasking.

Endamálið við Lei.fo er at bata um bústaðartrupulleikan í Føroyum við at gera tað meiri ómakaleyst at útleiga!

Les og sí meiri á: www.lei.fo


Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert