Gamal stílur blandað við Rokoko

Gamal stílur blandað við Rokoko

Í einum hugnaligum eittplanshúsi á Tvøroyri, sum vórðu bygd í 80’unum búgva Terje Groth, Birgit Groth og sonurin Jógvan Groth. Tey fluttu inn í húsini í 1989.

Terje er havnarmaður og er málarameistari, ímeðan Birgit er av Tvøroyri, er heilsurøktari og arbeiðir hon á Suðuroyar ellis- og røktarheimið. Jógvan Groth gongur í miðnámsskúlanum i suðri.

Húsini eru 129 m2, hava køk, stovu, gang, dur, 5 kømur, baðirúm og eitt minni vesi + bilhús.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Eg, Birgit, havi sum so, altíð havt áhuga í innrætting, men tað er komið ” meir til sjóndar” nú hesi seinastu árini. Mær dámar væl at fáa rúmini pen og hugnalig. 
Maðurin letur meg sjálva avgerða, hvussu eg innrætti, tað blandar hann seg ikki í, tó er stílurin tann, ið vit bæði dáma og hann er raskur at gera tað, sum skal til, fyri at fáa tað so, sum eg ynski. Hann er ein “alt mulig mand”,  so tað ber so væl til. 

Vit dáma væl tann “gamla” stílin blandað við nakað av rokoko, sum sæst eitt sindur av, við tingum eg havi til pynt. Okkum dámar tann stílin, tí hann gevur tann hugnan í heimi okkara, sum vit ynskja at hava. Hesin stílurin sæst so at siga aftur í øllum húsinum. Litirnir eg havi, ganga eisini aftur í øllum húsinum; tann brúni, hvíti, grøni og so nakað av gráum.

Eg/vit eru glað fyri øll tingini, ið vit hava. Tó er tað rokokodukkan og vognarnir, eg eri serliga góð við.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Rúmini eru meira í tað “myrkara” at koma inn í. Tað gevur okkum meira tann hugnan vit ynskja, enn um rúmini eru ljós/hvít. Annars eru tey rúmlig og sum so, barnavinarlig. Vit eiga 4 vaksin børn, har 3 eru flutt heimanífrá, men vit hava 4 ommu- og abbabørn, og tað skal vera rúm fyri teimum, tá tey eru og vitja

Vit eru sera glað fyri okkara heim, men um eg skal nevna eitt ” favoritt” rúm, so eru tað gangurin og baðirúmið. Tey hevur maðurin stutt síðan gjørt og geva tey okkum tað “gamla”, sum vit bæði dáma sera væl og sum vit hava ætlanir um, at stovan eisini skal gerast í tann stílin.

Merkivørur hava ongan týdning her heima hjá okkum. Tað sum eg havi, eru ting sum eg haldi eru pen og hóska væl til okkara heim og keypi eg altíð í tí bíligara endanum. Tað er ikki neyðugt at hava dýrar merkivørur, fyri at skapa eitt pent og hugnaligt heim.

Gott ráð frá Birgit:

Brúka tað sum finst til íblástur av innrætting. Netið er fult av slíkum síðum. Eg sjálv brúki nógv Pinterest. Har er nógv at finna og verð ikki bangin fyri at innrættingin/ting ikki er líkasum øll hini hava. Man skal tora at hava sín egna stíl.

Skrivað hevur:

Emma Petersen
Emma er 24 ára gomul og er upprunaliga frá Rituvík, men er í løtuni búsitandi á Argjum saman við sjeikinum Bárður og eiga tey dóttrina Jórun, sum er 1 1/2 ár. Emma er í løtuni heimagangandi við dóttrini, og eisini dámar henni væl alt handaligt arbeiði, so sum at seyma og binda og serliga at skriva.

Emma fer framyvir at blogga og skriva greinar fyri Hús og Heim.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert