Myndaveggir

Ein væleydnaður myndaveggur ger nógv fyri eitt rúm. Tað pyntar, og so sýnist tað eisini heimligt.

Funktión, tema og harmoni

Kennist tað sum at tingini bara ikki fella uppá pláss í tínum heimi, og tú veitst bara ikki, hvat tað er, sum ger, at tað kennist so? Óansæð, hvussu tú flytur um og keypir nýggj ting, so ger tað ikki nakran stórvegis mun? Hugsar tú kanska “eg dugi bara ikki at innrætta”?

Joy bloggar: Mín stílur

Eg droymi um, at mítt heim skal síggja so flott og elegant út, so tá ið eg fari í idemøblar ella inspiratión, og síggi vasan, lampuna ella onkran av hinum lutunum frá blaðnum, so keypi eg glað, og fari so, væl nøgd, heim at pynta. Eg síggi fyri mær, hvussu flott tað nú fer at vera, ja, eri vís í, at nú er heimið hjá mær klárt at koma í Bo Bedre, ella okkurt tílíkt.

Páskir

Páskirnar vóru upprunaliga ein jødisk feiring av at jødarnir fóru úr Egyptalandi. Tá fletti hvør familja eitt lamb, smurdu blóð tess á durðastavin, og ótu tað saman við ósúrgaðum breyði og urtum. Vit kristnu feira Kristi uppreisn, og var í ár 325 sett at vera 40 dagar eftir føstu.

Umvæling av hjúnakamarinum

Eg havi í eina tíð roynt at yvirtalað mannin, um at vit skuldi fara í gongd við at umvæla okkara hjúnakamar, eg haldi tad hevur verið so rotið og lívleyst.

Stigar í innrættingini

Fyri meg er tað sera týdningarmikið, at heimi hjá mær avspeglar okkum sum búgva har. Tí er innrættingin heima hjá okkum rættiliga persónlig.

Heiðursmerkir í innrættingini

Tey flestu kenna nokk hetta ivamálið um, hvar hundan vit skulu gera við øll heiðusmerkini, sum antin makin ella børnini hava vunnið.

Bollar vid speltmjøl, havragrýn og hørfrø

Bollarnir eru nemmir at gera, oftast geri eg dejggi um kvøldið, og so bakið eg bollarnir um morgunin. Men bollarnir kunnu eisini gerast sama dag, um tú ikki hevur stundir at bíða.

Gólv – step on it

Nú, skjótt 20 ár seinni, eru gólvini enn løtt at halda, og akkurát líka flott enn, eg loyvi mær tó at ivast í, um børnini hava somu meining, tí tey hava lyndi til at goyma gólvini, gjarna undir rúgvum av klæðum 😉