Joy bloggar: Mín stílur

Joy bloggar: Mín stílur

Eg havi síðan eg var barn, og spældi við dukkur og dukkuhús, fantasera um, hvussu eg ynskti at mítt heim skuldi síggja út, hvønn stíl, ið eg kundi hugsa mær at innrættað heimið hjá mær í. Retro, art deco ella vintage. Nei tú, ikki dugi eg at siga tær, hvat er hvat, eg bara síggi, at hetta dámar mær, og hetta dámar mær ikki. Eg elski at sita og hyggja í bløðini, eftir øll hesi flottu, stílreinu heimini. Stylaði til tað heilt stóru gullmedaljuna. Flottar merkivørur sum standa og pynta, Kahlervasar, Louis Poulsen lampur, Arne Jacobsen møblar, o.s.fr. Flott er tað.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Eg droymi um, at mítt heim skal síggja so flott og elegant út, so tá ið eg fari í idemøblar ella inspiratión, og síggi vasan, lampuna ella onkran av hinum lutunum frá blaðnum, so keypi eg glað, og fari so, væl nøgd, heim at pynta. Eg síggi fyri mær, hvussu flott tað nú fer at vera, ja, eri vís í, at nú er heimið hjá mær klárt at koma í Bo Bedre, ella okkurt tílíkt.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Komin heim, taki eg vøruna fram, og vísi stolt húsfólkunum. Onkur sigur… orduliga flott, annar smílist, næstan sum tóku tey synd í mær…. ná men mær dámar lutin, og nú at finna tað perfekta plássið til hann.

Vindeygað verður tað, so eg taki alt úr karminum, og vaski vindeyguni, karmin, og øll tingini ið stóðu har verða turkaði eftir, og urtapottanir fáa vatn. Sodan, nú er klárt at seta lutin fram. Eg seti hann mit í vindeygað, og hugsi, her sæst hann best, seti síðan allar urtapottarnar aftur, og so eru tað allir hinir prýðislutirnir, alt hevur sítt pláss. Souvenirs, myndir av børnunum, ljósastakar… burdi eg goymt okkurt burtur? Nei, um nú børnini spyrja eftir tí, sum tey hava givið mær, ella um nú tann vinkonan kemur og vitjar, og stakarnar frá henni ikki standa har, so halda tey ikki, at eg eri glað fyri teir, og hasin luturin frá ommu, hann hevur minnisvirði, so hann má standa frammi. Soleiðis samlast ting  gjøgnum árini, tí eg fái meg ikki til at koyra nakað vekk. Men veitst tú hvat? Tað matchar restina av húsinum, tí alt hevur onkra søgu, nógv ting hava minnisvirði fyri meg, so tá ið eg fái okkurt nýtt, má eg bara royna at møbelera um, so alt far eitt pláss, tí eg koyri sjálvdan nakað vekk.

Les víðari niðanfyri lýsingina

So hvør er mín stílur? Lat okkum bara kalla tað sentimentalur, romantiskur, rustikkur stílur, við fitt av patina, ella stutt og greitt: Mín stílur!

Eg haldi at flestu heim eru ein spegilsmynd av teimum, ið búgva har, teirra áhugamál, familju, vinir, ítriv, og hóast tvær familjur keypa teir somu møblarnar, vil tann persónligi stílurin skína ígjøgnum, og stílurin verður ymiskur.

Skrivað hevur:

Joy Ann Simonsen
Eg eri 48 ára gomul og búsitandi í Norðragøtu, saman við manninum, 3 børnum ein genta 24 ára gomul, sonurin, 20 ára gamal, og yngstabarnið, ein 14 ára gomul genta, og so hevur mamma mín eina íbúð í kjallaranum. Harafturat er makin hjá tí elstu dóttrini og daman hjá soninum mestsum roknað sum húsfólk. So hava vit ein hund, ein frens og eina skjaldbøku. Eg eri uppvaksin í Keypmannahavn, har eg eisini havi gingið i skúla, og nomið prógv sum korrespondentur í enskum og týskum, og ED í enskum. Eg eri ein jaligt hugsandi persónur, og havi eina góða “portión” av humor. Eg eri sentimental og elski nostalgi, sum eisini sæst aftur í húsinum, har nógv av innbúgvinum hjá okkum er arvagóðs.

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert