Heiðursmerkir í innrættingini


Emma bloggar:
Heiðursmerkini, hvar skulu tey?

Skrivað: Emma Petersen

Tey flestu kenna nokk hetta ivamálið um, hvar hundan vit skulu gera við øll heiðusmerkini, sum antin makin ella børnini hava vunnið. Hjá teim flestu hanga tær antin á nøkrum krókum og man sær bara øll hesi føroysku bondini og so okkurt metalpetti niðast við. Tá sjeikurin hjá mær búði heima hjá foreldrum hansara, tá hingu hansara nógvu medaljur á nøkrum krókum og eg hataði at tær hingu soleiðiðs, tí eg helt tað sá so órudduligt út og man sá heldur ikki medaljurnar orduliga. Hann hevur róð tað mesta av lívinum hjá sær, so tær mestu medaljurnar eru kappróðrarheiðursmerkir. So skjótt sum vit fluttu í íbúð saman, so fór eg at hugsa um, hvussu eg skuldi hanga allar hesar medaljurnar upp, so tær kundu blíva ein partur av innrættingini. Úrslitið síggja tit so á viðheftu myndunum:

Les víðari niðanfyri lýsingina

Gullmedaljurnar sum eru settar fastar á hyllina, hevur hann vunnið í 2012 við róðrarmanningini tá, og vunnu teir allar stevnurnar eisini FM tað árið og hanga tær eftir rekkjufylgju. Hyllin er ein bókahyll, sum er keypt í Skemmuni. Tá eg skuldi fara at hanga hana upp, kom eg í tankar um, at vit manglaðu eina hyll, so eg vendi henni bara á høvdinum.

Les víðari niðanfyri lýsingabreddan

Medaljurnar sum eru í krukkunum eru allar hinar medaljurnar, sum hann hevur vunnið, eisini í øðrum ítrótti. Har eru eisini nakrar gullmedaljur í, men tær á hyllini eru tær, sum hava mest at siga fyri hann, tí hetta er tað FM hann hevur vunnið.

Á hendan hátt kunnu heiðursmerkini standa frammi og vera ein partur av okkara gerandisdegi. Í ár rør hann so aftur, so tá mugu vit finna aðra loysn, um tey heiðursmerkini skulu sleppa at standa frammi.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Møguleikarnir eru nógvir, men hetta varð so loysnin, sum eg fann fram til. Frá Sjóndeplinum ber t.d. til at keypa upphang til ymisk heiðursmerkir, bæði úr træði og eisini plexiglasi. Hetta er ein smart loysn, um eitt barn kanska ger nógvan ymiskan ítrótt og skil skal fáast á, hvat heiðursmerki er vunnið í hvørjari ítróttargrein. Afturat hesum stuðlar tú eisini eini føroyskari fyritøku! 

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert