Funktión, tema og harmoni

Navn: Elisabeth Petersen

Stutt um Elisabeth: Elisabeth er 34 ára gomul og er búsitandi undir Kongavarða saman við børnunum hjá sær, Aron (10 ár) og Drós (4 ár).

Elisabeth er útbúgvin skrivstovukvinna, kosmetolog, makeup artist og boligstylist við Neo Feng Shui sum sergrein.

Hon starvast til dagligt á Tinglýsingini og Landsfólkayvirlitinum sum skrivstovufulltrúi.

Elisabeth fer framyvir at blogga og skriva greinar fyri Hús og Heim. 

Funktión, tema & harmoni


Kennist tað sum at tingini bara ikki fella uppá pláss í tínum heimi, og tú veitst bara ikki, hvat tað er, sum ger, at tað kennist so? Óansæð, hvussu tú flytir um og keypir nýggj ting, so ger tað ikki nakran stórvegis mun? Hugsar tú kanska “eg dugi bara ikki at innrætta”?

Ynskir ein at fáa eina gjøgnumførda innrætting, krevur tað, at ein hugsar seg um, áðrenn ein fer í gongd við at innrætta. Øll kunna læra at innrætta, men tað krevur, at ein brúkar tíð uppá tað og ger sær nakrar tankar um, hvat tað er ein ynskir, og hvønn stíl, litir og snið ein dámar.

Orsøkin er ofta, at ein ikki er klárur yvir, hvat tað er, ein skal hyggja eftir.

Fyrst og fremst kann ein byrja við at hava trýggjar høvuðsvegleiðingar í huga:

  • Funktión
  • Tema
  • Harmoni

Les víðari niðanfyri lýsingina

FUNKTIÓN

Hvat er endamálið við rúminum t.d. stovuni, har slappar ein av, hyggur eftir sjónvarp, hugnar og kemur saman í vertskapi. Kenslan skal vera góð, tað skal merkjast heimligt, eina góða bleyta sofu, sitipláss til fleiri fólk, hugnaligt ljós, sum skapa ein góðan heimligan dám “atmospheru”.

Tað nyttar ikki at sofan er kostnaðar mikil og fín, soleiðis at tað blívur til, at ein nærum ikki torir at seta seg í hana, og situr í roynd og veru ikki gott.

Hava tit børn, so vil leður verða ein betri loysn, enn tøj, og er tørvur á plássi til at sova, so vel eina góða sovisofu. Brúka bleyt, deilig teppir og pútur.

Ein krók við einum góðum stóli, til lesnað og at sita og binda í, við góðum ljósi. Hugsa altíð funktionelt, men tó, passar tað til tín stíl, snið og litir?

Kollasja: Funktión

Les víðari niðanfyri lýsingina

TEMA

Tema er tann ávirkanin rúmið skal hava. Tað fevnir um tað kenslu tú fær tá tú stígur inn í rúmið. Er temaði í lagi, og smá lutirnir uppá sítt pláss, so stendur rúmi fram eyðkent og talar tað eins og fyri seg sjálvt.

Tema kann verða tann stílurin tú velir – halt teg mest møguligt til ein stíl (80%). Hvat dámar tær væl? ert tú mest til minimalistiskan, romatiskan, vintagestíl (shabby chic), ella onkran heilt annan stíl. Tað allar stuttligasta er at skapa sín egna stíl, og geva stílinum eitt persónligt navn.

Tann litsamansetingin tú velir. Vel møguliga trýggjar litir í sama litbrigdi, ella tríggjar kontrast litir. Tað skapar ró og harmoni.

Tapetið kann leggja dent á stílin tú velir.

Tilhoyri skal undirstrika temaði.

Temaði kann eisini verða við íblástri frá londum t.d. Marrokku, India ella New York v.m.

Kollasja: Tema

Les víðari niðanfyri lýsingina

HARMONI

Her snýr tað seg um at merkja tryggleika og vælveru í rúminum. Tú skal kenna teg vælkomnan, og tað skal verða sjónligt harmoni. Alt frá sniði, litum og tilhoyri hevur her eina ávirkan. Er ikki harmoni í rúminum, kann tað hava neiliga ávirkan á sinnið og orkuna, nógv meir enn ein hevur varhugan av.

Tungir og stórir lutir, skulu sundur býtast javnt runt í rúminum, annars tykist tað sum um, at rúmið koppar. Eru tingini væl stillað, skapar tað møbla harmoni.

Formar, litir og prýðis lutir skal rigga saman. Tó kann okkurt bróta frá, sum lutir ið hava ein persónligan týdning, tað børnini hava gjørt, arvur v.m. Tað skal eisini hava sítt pláss, tí tað skapar títt egna eyðkenni í stílinum, og ávirka tískil jaligt títt sinnið.

Kennist rúmi for “stívt” eru rundir formar sera góðar at brúka fyri at bróta tað “fýrakantaða”. Brúka her t.d. eitt runt sofaborð, rundar prýðislutir ella rundar lampur.

Heimið er í ein stóran mun okkara grundarlag. Okkara heimliga grundarlag um ein so kann siga. Tú skal gleða teg at koma heim. Tað er ein spegilsmynd av okkara persónmensku, og tað er her vit kenna tryggleika, og løða upp millum meldri sum mangan er í dagsins samfelagið. Eitt trygt heim sum harmonerar, er við til at skapa vælveru og yvirskot í okkara tilveru.

Kollasja: Harmoni

Deil Hesa Greinina

Annað áhugavert