Føroyar við í innrættingini á flatlondum

Føroyar við í innrættingini

At búgva 10 ár uttanlands, hevur gjørt at eg á ein serligan hátt, eri vorðin sera knýtt at Føroyum. Eg havi ongantíð havt stóran heimlongsul, tí eg tvívist sera væl í Danmark, men eg elski at verða í Føroyum og ferðast í egnum landið og at hava ”Føroyar” við mær niður aftur. Heim okkara berur prei av at eg eri Føroyingur. Vit hava Føroysk listarverk, plakatir, myndir og annað. Alt hetta hevur ein leiklut í okkara innrætting í húsinum og gongur aftur í næstan hvørjum rúmið í húsinum. Av tí tad ikki er so langt sídan vit eru flutt inn, er alt ikki komi upp at hanga enn. Alt til sína tíð ikki so?
Image
Myndin er eitt kopartrykk av Bárður Dal Christiansen.
Plakat frá Hansinu Iversen, stólurin og borið er funnið á genbrúk, plantan er ein Monstera og pottuni er frá Kvickly. Lampa frá Verner Panton.
Plakat frá Hansinu Iversen "Anything is a Mirror"
Les víðari niðanfyri lýsingina

Í løtuni leita vit eftur einum stórum føroyskum málaríið. Hesin skal prýða okkara umleið 3 m stóra veggji uppi yvir sofuni í stovuni, men vit havi ikki funnið hann enn. Vit halda eisini, at tað er sera torført at finna júst tað ið vit ynskja. Men vit hava eygu og oyru opin, um TÚ veit um okkurt sum hevði verið flott á okkara veggið, skriva mær endiliga eini boð 🙂
Les víðari niðanfyri lýsingina

Image

Mynd S. J Mikines (1906-79) Kvøld, 1040-1941 Norðoyar Listasavn. Kort, sum vit fingu til okkara brúðleyp, og eg havi ramma inn.
Náttborið er frá Ikea og náttlampan er frá Netto.

Image
Mynd Zacharias Heinesen. Føroyskur mossaikkur. Sól og tám, Haldórsvík (1987) Listasavn Føroya. Kort vit fingu til okkara brúðleyp, ið eg havi ramma inn.
Image
Steinprent av Bárður Jákupsson er ein brúðagáva frá góðum vinfólkið.
Image
Hendan mynd er frá OPHfoto, Osvald P. Hansen, myndin prýður okkara gongd millum klædnarúmið og gestakamari. Sí fleiri myndir á www.ophfoto.com
Image
Seyðaskinnið er eisini ein brúðargávu og er frá Faroe Sheep.
Image
Lundi frá Kaj Bojsen. Hóast hann ikki er úr Føroyum, so er hann eitt sindur Føroyskur í mínum eyga. Gamalt føroysk flagg, sum eg havi arva eftur abba mínum. Minnist meg rætt hevur hann vunnið tað til ein tavl kapping í 1987, tad var lætið av Føroya Sparikassa.
Image
Fuglurin 'Súlan' er frá Tróndur Pætursson, hann hana vit fingið í brúðargávu. Fuglurin hongur sera væl í okkara stovu.
Image

Deil Hesa Greinina

Navn: Anna Elinborgardóttir Sewohl

Stutt um meg: Eg eri 31 ára gomul og búsitandi í Nykøbing Falster, saman við manni mínum. Í løtuni lesi eg á triðja og seinasta árið á tannrøktara útbúgvingin, á Københavns Universitet, í Keypmannahavn. Eg havi seinastu árini fingið størri áhuga innan hús, heim og innrætting. Í tí sambandi fari eg at blogga um júst hetta.

Slag av bústaði:  Hús á 177 m2 í Nykøbing Falster. Býurin liggur 1 tíma og 15 min. frá Keypmannahavn.

Instagram: @annasewohl

Hashtagga endiliga #husogheim.fo og #annasewohl á Instagram um tú roynir mínar DIY-verkætlanir ella uppskriftir.

Annað áhugavert