Heima hjá Rúnu Niclasen, sniðgeva og listafólk

Heima hjá Rúnu Niclasen

Heima hjá Rúnu Niclasen, sniðgeva og listafólk

Á Traðavegi í Streymnesi búgva Torkil Hellisá, Rúna Niclasen og teirra trý børn Jóannes 7 ár, Drós 3 ár og Lukas 1 ár. Torkil er ættaður úr Haldórsvík og Rúna úr Miðvági. 

Torkil siglur í Noregi og Rúna starvast á skrivstovuni hjá Berglon í Runavík.

Í frítíðini rekur Rúna RN Design & Art, og sigur hon, at hon elskar alt tað kreativa. Børnini ganga í skúla, barnagarð og vøggustovu í Hvalvík. 

Tey valdu at búsetast í Streymnesi av tí, at tey vildu møtast nøkunlunda á miðjuni. Tey halda, at har er so deiliga sentralt, tí tað er líka langt allar vegir, so tað er líkamikið, um tú skalt til Havnar, vestur ella til Runavíkar. Í Streymnesi trívast tey væl.

Niðanfyri vísir Rúna okkum myndir og greiðir okkum frá um teirra heim.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Húsabyggingin

Rúna: Vit hava eini eittplanshús við loft og bilhúsi. Tils. 290 m2.

Eg havi altíð havt áhugað í at tekna hús. So tað var ein sjálvfylgja fyri okkum, at vit sjálvi sniðgóvu/teknaðu okkara hús og ikki keyptu eini typuhús. Men endaliga tekningin bleiv teknað av einum dugnaligum byggitøkningi.

Hvønn dag eftir arbeiði, í vikuskiftinum og allar fríløtur ein fekk, vóru vit í húsinum og arbeiddu. 🙂 Tað skal sigast, at tað var ein ógvuliga strævin tíð, og vit høvdu ikki gjørt tað umaftur. 😀Rúna

Vit høvdu timburmenn at stoypa og innilukka húsini, og síðan hava vit sjálvi gjørt øll húsini innan við hjálp frá familju.

Hvønn dag eftir arbeiði, í vikuskiftinum og allar fríløtur ein fekk, vóru vit í húsinum og arbeiddu. 🙂 Tað skal sigast, at tað var ein ógvuliga strævin tíð og vit høvdu ikki gjørt tað umaftur. 😀

Vit fluttu inn í okkara hús í august í 2009. Men tá var bara niðara hæddin liðug. Loftið er gjørt so við og við.

Ljósareyðið liturin gongur aftur

Rúna greiðir frá: Í niðaru hæddini er durur, gongd, kamar, baðirúm, stova, køkur, grovkøkur, hjallur, bilhús og vaskirúm/fýrrúm.

Á loftinum er hjúnakamar við egnum klædnarúmi, á kvistinum er stór stova við trappuuppgongd, klædnarúm, baðirúm og tvey kømur.

Eg haldi, at tað er umráðandi at hava ein stíl, ið ein trívist við og ikki bara gera sum øll hini, tí tað er móti. Og tað, at tað er hugnaligt, er sera umráðandi fyri meg.

Rúna

Eg dugi ikki at minnast, nær mín áhugi fyri innrættan byrjaði. Eg haldi, at áhugin mest sum altíð hevur verið har og bara er vaksin.

Minnist sum barn heima í Miðvági, at eg altíð innrættaði mær kamari, flutti um uppá tingini og málaði. Eina tíð var alt mintgrønt, síðani blátt og so svart, grátt og hvítt. Eg skifti í heilum og flutti uppá tingini á vegginum. Eg minnist, at babba helt, at nú vóru nokk av holum í vegginum.

Eg dugi ikki ordiliga at siga, hvønn stíl vit hava heima hjá okkum, men tað má nokk vera ljósur, norðurlendskur og eitt sindur romantiskur stílur.  Mær dámar væl at hava alt hvítt og so hava grátt sum kontrast og eitt sindur av svørtum. Og so dámar mær SEEERA VÆL ljósareytt, so eg havi valt at hava ein ljósareyðan tráð ígjøgnum alt húsið. 

Ikki hava vit nógvar merkivørur heima hjá okkum, men EOS fjøðurlampuna frá Vita Copenhagen í stovuni eri eg mega glað fyri. Eg haldi hon er soo hugnalig. Annars dámar mær best at hava ymiskt, sum eg sjálv havi virkað. Eg haldi, at tað gevur sjarmu í innrættingini. 

Eg haldi, at tað er umráðandi at hava ein stíl, ið ein trívist við og ikki bara gera sum øll hini, tí tað er móti. Og tað, at tað er hugnaligt, er sera umráðandi fyri meg.

Eitt av tí besta við okkara húsið er útsýnið. Tað eru eingin hús, sum koma fyri hjá okkum, vit síggja tað mesta í bygdini og í Hvalvík. Eg haldi ikki, eg hevði klárað at einki útsýni havt.

Besta rúmið í húsinum er nokk køkurin, tí tað er har, vit eru mest og familjan er saman. 

Eini góð ráð frá Rúnu

Eg haldi, at tað er umráðandi at hava ein stíl, sum ein trívist við og ikki bara gera sum øll hini, tí tað er móti. Og so tað, at tað er hugnaligt, er sera umráðandi fyri meg.

Durur og gongd

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen

Stova á loftinum

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen

Barnakømur

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen

Hjúnakamar

Í hjúnakamarinum eru allir veggir gráir. Eg haldi ikki, at tað blívur ov nógv, tí rúmið er so stórt.  Gólvið er vinyl/kork (alt loftið hevur hetta gólvið). Her eru nipstingini hvít og eitt sindur av ljósareyðum. Frá kamarinum er atgongd til klædnarúm.

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen

Les víðari niðanfyri lýsingina

Køkurin

Allir veggir eru ljósir við hvítt oljuviðgjørdum furugólvi. Innan fyri køksoynna eru ljósir flísar. Køkurin er hvítur við valnøt-borðplátu, og annars eru nipstingini grá og ljósareyð. Køkurin er frá JKE Design, sera slitsterkur, og hann er tað, vit eru glaðast fyri í køkinum. 

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen

Málningur, sum Rúna hevur málað. 

Stovan

Í stovuni eru allir veggir hvítir uttan endaveggurin, har eg havi málað við kálkmáling, sum eg haldi broytti rúmið heilt ótrúliga nógv. Tað bleiv nógv heitari inni. Og á vegginum, har sjónvarpið hongur, havi eg valt at tapeta við retro tapeti við smáum ljósareyðum blomstrum.

Gólvið er hvítt oljuviðgjørt fura. Tingini í stovuni eru eisini grá, ljósareyð og eitt sindur av svørtum. Og so eisini tað fleiri 100 ára gamla klaverið, sum er arvað.

Tað, sum eg eri mest glað fyri í stovuni, er kálkveggurin, av tí hann ger rúmið so heitt. Heilt vist ikki tað síðsta eg fari at mála við kálkmáling.

Heima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu NiclasenHeima hjá Rúnu Niclasen
Málningur, sum Rúna hevur gjørt, og lampa, sum Rúna hevur gjørt. Vermamman (Sonja Dávadóttir) hevur tøvt.

Heima hjá Rúnu Niclasen
Heima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu Nichalsen

Hangandi urtapottafjalararnar hevur Rúna gjørt.  Vermamman (Sonja Dávadóttir) hevur tøvt.

Heima hjá Rúnu Nichalsen

Málningin og urtapottafjalaran í vindeyganum hevur Rúna gjørt.  Vermamman (Sonja Dávadóttir) hevur tøvt.

Heima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu Nichalsen

Baðirúmið

Í baðirúminum er alt hvítt við marmorbrot-flísum á gólvi og borðplátu. Og so eru hvít skáp, sum eru innbygd í gassbetong.

Hornabaðikarið er tað besta á baðirúminum. Deiliga stórt til øll trý børnini, har dámar teimum væl.

Heima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu NichalsenHeima hjá Rúnu Nichalsen

Deil Hesa Greinina

(Visited 6 times, 1 visits today)