Myndaveggir

Ístaðin fyri, at hanga myndir runt um í rúminum, samlað myndirnar og ger ein myndavegg. Av tí sama kann tað tykjast meira ruddiligt og harmoniskt inni.

Myndaveggur

Myndaveggir hava altíð verið at sæð. Men tó meira summar tíðir enn aðrar. Nú sær tað út til, at myndaveggir enn einaferð gera um seg.
Ein væleydnaður myndaveggur ger nógv fyri eitt rúm. Tað pyntar, og so sýnist tað eisini heimligt. Hang tína yndis list saman, bæði málningar, grafiskar plakatir, fotomyndir ella myndir ið tú, tíni ella onnur børn hava teknað. Óansæð, so gevur ein myndaveggur sera nógva persónligheit, og sjarmu til eitt rúm.

Myndaveggir stama frá París. Í ár 1667 var listaframsýning á fyrsta sinni í París, og bleiv hetta hildi áfram við, á hvørjum árið.
Bert tey best umtóktu listafólkini, sloppu at sýnað sína list fram til hetta tiltakið. Kapping var um plássini ímillum listafólki. Malaríðini hingu frá gólvinum og heilt upp til lofti.
Tann best umtókta listin hekk við eygnahædd, og tey minni áhugaverdu hingu ávíkavist niðast og ovast. Veggurin var á tremur við list, og viðhvørt var plásstrot, og tí kundi koma fyri, at man skarð av myndum, fyri at fáa pláss. Hesin máti at heingja myndir upp, kallast á donskum ’salon-ophængning’.

Tó er tað ikki soleiðis í dag, tá talan er um ein myndavegg.
Spurningurin er bara, hvussu ein á bestan hátt fyrireikar seg, áðrenn fari verður í gongd við, at gera ein myndavegg.

Hvussu geri eg ein væleydnaðan myndavegg

Tá tú gert ein myndavegg, er tað fyrst og fremst týdningarmikið, at myndaveggurin passar til tín, og stílin í tínum heimið.

1. Áðrenn tú setur fyrsta seymin í veggin, er eitt gott ráð, at hava eina ætlan. Eg plagi at leggja myndirnar á gólvið, og síðani kombineri eg tær, soleiðis sum mær dámar best. Ein máti er eisini at klistra tape á veggin, soleiðis at tú kanst síggja rammurnar fyri tær á vegginum.

2. Nýt gjarna ymiskar støddir av myndum til myndaveggin. Hang til dømis onkra rammu vatnrætt. Eg haldi, at tú fært ein meira persónligan myndavegg, um tú kombinerar fleiri sløg av list, til dømis plakatir, fotomyndir, myndir frá ferium, akvarel, grafiska list, hondtekning, málningar og so víðari.

3. Royn og hav ein reyðan tráð í farvunum og stílinum. Royn at fordeila myndirnar, soleiðis at tær stóru ella myrku myndirnar, til dømis ikki hanga í sama staði, men eru spjaddar yvir allan myndaveggin.

4. Dámar tær væl tann maksimalistiska stílin, kanst tú fara ”all in”. Miksa gjarna við farvum og rammum. Nýt bæði plakatir, list, barnalist, veggjastakar, keramik og hvat tú so kemur í tankar um til myndaveggin. Men um motivini á plakatunum eru øgiliga ymisk bæði í snið og farvum, er eitt hugskot at hava somu farvu á rammunum.

5. Hevur tú ein minimalistiskan stíl, og eyguni órógvast av ov nógvum farvum, so kanst tú royna at halda teg til umleið tríggjar ymiskar gjøgnumgangandi farvur. Farvurnar kunnu verða í nøkulunda somu nuansum, og rammur í somu farvu.

6. Um man skal hava ein myndavegg í einum stórum rúmi, kann man loyva sær, at hava sindur størri glopp ímillum myndirnar, enn um talan er um eitt lítið rúm.

Omanfyri síggjast dømi uppá tann maksimalistiska stílin. Hetta er heima hjá Louise @mortilmernee á instagram. Maksimalisma merkir tað øvuta av minimalismu. Tað merkir at ein torir ofta betur at eksperimenterað við annarleiðis tingum og farvum.

Omanfyri síggjast dømi uppá minimalistiska stílin. Minimalistiski stílurin er typiskur í norðurlondum. Stílurin verður ofta settur í samband við ljós heim við hvítum veggjum, reinum linjum, og eitt sindur av svørtum, og einkultum farvum inn ímillum. Aloftast er minimalt av møblum og farvum.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Prei: Set lítlir figurar á rammurnar fyri at fáa ein stuttligan dám.

Nýtist als ikki at verða kostnaðarmikið

Ein myndaveggur nýtist als ikki at kosta nógv. Tú kanst til dømis royna at gera nakað av listini sjálv.

• Til ber at turkað bløð og blómur, fyri síðani at ramma tað inn.

• Kanska tú liggur inni við einum petti av tapeti ella gávupappíri, við onkrum mynstri á, ið tær dámar væl, so er eitt hugskot at ramma tað inn.

• Til ber at keypa bílig post kort í eitt nú tiger og søstrene grene, ramma tey inn, ella hang tey upp við tape.

• Koyr máling á hondina hjá tær, makanum og børnunum, og trýst hendurnar á eitt pappír. Gjarna eitt karton pappír, og so kanst tú velja ímillum alskyns farvur. (minst til at seta dato á) Soleiðis fært tú samstundis eitt minni fyri lívið.

• Set teg at perla, ella um tú hevur børn, set teg at perla saman við teimum. Til ber at koyra ”perlulistina” í eina rammu. Møguleikarnir eru sera nógvir, og harafturat blívur tað stuttligt og persónligt, tá ið okkurt heimagjørt er við.

• Myndir og upphang av alskyns slag, eru eisini at finna á endurnýtslu handlum. Brúka list frá endurnýtslu, heimagjørda list og eisini nýggja list, og hang alt saman á ein myndavegg.

Skrivað hevur:

Birita Sjúrðaberg
Eg eri 25 ára gomul og búsitandi í Klaksvík saman við sjeikinum og 4 ára gamla soninum. Til dagligt starvist eg á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. So langt eg kann minnast, havi eg havt áhugað fyri innrætting og ymiskum kreativum. Framyvir fari eg at skriva greinar/bloggar fyri Husogheim.fo. 

Instagrambiritasjurdaberg

Deil Hesa Greinina

(Visited 7 times, 1 visits today)